Tíðargrein úr Sosialinum 26. juni 2026:
Tað eru nú nakrar vikur síðan okkara løgtingslimir sungu tjóðsangin og fóru í summarsteðg, og kanska er hetta júst rætta høvið at hyggja aftur á fyrstu tíðina við nýggjari samgongu. Hóast andlitini eru eitt sindur skift út, er torført at síggja nakað nýtt í rikna politikkinum, sum annars veruliga hevði tørv á broytingum.
Meðan okkara løgtingslimir pakkaðu saman til ein tveir mánaðar langan summarsteðg, ljóðaðu orðini hjá Aggrasoppum inni á skrivstovuni hjá mær á Fróðskaparsetrinum: vit burdu gjørt tað, kom avstað, vit gera tað í dag. Lætthugaðu orðini í sanginum um stórar ætlanir og at megna meira enn vit halda stóðu sum týðiligur mótsetningur til rikna politikkin, har stórar ætlanir eru avmarkaðar til tunlar og nú kanska eisini dreymar um eina oljuvinnu.
Okkum tørvar broytingar
“Alt er so sera óvist, og tað er júst tað, sum sissar meg”. Orðini eigur eitt av mumitrøllunum hjá Tove Jansson í bókini Trøllavetur frá 1957, og hesi vóru eisini orðini, sum eg tók við mær, tá vit fyri tveimum mánaðum síðan stóðu á markinum millum tvey valskeið.
Eitt valstríð er sjálvsagt ikki einans eitt stríð um vælvild frá okkum veljarum. Valstríð eru fram um alt eitt gott høvi at hyggja nærri eftir tí samfelagnum, sum vit hava innrættað okkum, at endurvitja nakrar av heilt stóru spurningunum og vónandi seta í verk nakrar broytingar.
Broytingum høvdu vit sanniliga tørv á, tí seinastu nógvu árini (við skiftandi samgongum) hava verið merkt av miðleysum sosialpolitikki, tilvildarligum bústaðarpolitikki og ábyrgdarleysum fíggjar- og umhvørvispolitikki. Harumframt er tað vorðið meira vanligt at skúgva burtur fakligar viðgerðir og tilmæli, og í nógvum førum hava veikastu samfelagsbólkarnir rinda prísin fyri hetta.
Vánalig hugskot, sum smitta illa
Eitt gott dømi um miðleysan sosialpolitikk, bæði hjá sitandi og undanfarnu samgongu, er at taka av meirvirðisgjaldið á ávísum vørum fyri at lætta um. Fyri nøkrum mánaðum síðan avtók Løgtingið meirvirðisgjaldið á grønmeti, eplum og blæum, og fyri nøkrum vikum síðan varð meirvirðisgjaldið á bensini og diesel tikið av í eitt avmarkað tíðarskeið.
Tað tykist vera lutfalsliga breið politisk semja um, at vegurin til eitt javnari samfelag nú skal vera gjøgnum broytingar í meirvirðisgjaldinum. Hetta er beinleiðis møsn, tí meirvirðisgjaldið er als ikki eitt gott amboð til at lætta um hjá teimum við lægstu inntøkunum.
Ein orsøk til hetta er, at ávirkanin skal umvegis handilsfólki, og tí finst eingin vissa fyri, at keyparin fær ein munagóðan part av hesum lætta, tá vit hyggja yvir longri tíð. Her eru vit prísgivin marknaðinum – tí evarska lítla føroyska marknaðinum – sum við undanførslum um høgar flutningskostnaðir, handilsforðingar og vantandi stórrakstrarfyrimunir krevur okursprísir frá okkum brúkarum.
Ynskja vit, at láginntøkuhúsarhaldini skulu hava betri møguleika at keypa grønmeti, eplir, blæur og bensin, gera vit veruligan mun, um vit tillaga skattir, barnafrádráttir og/ella stuðul, tí hesi hava eina beinleiðis ávirkan á vælferðina hjá teimum, sum tørva ein lætta.
Metti kostnaðurin av at taka av meirvirðisgjaldið á grønmeti, eplum og blæum er 22 mió. krónur árliga. Um vit meta, at 1640 føroysk húsarhald eru í fátækaváða (hetta var talið fyri 2024, sambært Hagstovuni), tá svarar hetta til umleið 13.400 krónur árliga til hvørt húsarhald, sum tørvar hjálp.
At strika meirvirðisgjaldið á bensini og diesel var eitt óvanliga vánaligt hugskot. Hetta var bæði vánaligur sosialpolitikkur og vánaligur umhvørvispolitikkur. Populistiskt tvætl, sum tíverri einans 3 løgtingslimir vrakaðu við 3. viðgerð. Tað einasta góða við lógarbroytingini er, at hon er tíðaravmarkað.
Lógarbroytingin er mett at kosta 20 mió. krónur, og hetta svarar til umleið 12.000 krónur til hvørt húsarhald í Føroyum, sum er í fátækaváða. Um til dømis familjuískoytið og annar stuðul varð hækkaður við 20 mió. krónum, hevði verið talan um politikk, sum veruliga gjørdi mun. Hetta var tó ikki loysnin, sum samgongan, við Javnaðarflokkinum á odda, valdi fyri okkara samfelag.
Broytingarnar í meirvirðisgjaldinum eru bert eitt av fleiri møguligum dømum, har lítil undirtøka tykist vera fyri búskaparligu tilmælunum, og ein partur av ábyrgdini liggur ivaleyst hjá okkum búskaparfrøðingum. Vit hava onkursvegna givið politikarum og øðrum tí fatan, at búskaparlig tilmæli ikki eiga at fevna um evnir sum sosialpolitikk og ójavna.
Ov einføld og trongskygd búskaparlig tilmæli
“The life of money-making is one undertaken under compulsion, and wealth is evidently not the good we are seeking; for it is merely useful and for the sake of something else.”
Hesi vóru innleiðandi orðini, tá eg í 2009 var til fyrilestur hjá búskaparfrøðinginum og heimspekinginum Amartya Sen, og hesi vóru orðini, ið Sen ynskti, at vit tóku við okkum, tá vit trinu út á arbeiðsmarknaðin, sum nýútbúnir búskaparfrøðingar.
Innleiðandi orðini eru endurgeving úr Ethica Nicomachea hjá Aristoteles, og við henni vildi Sen minna okkum á etiska upprunan hjá búskaparfrøðini.
Tað var tankavekjandi, óvæntað og argandi. Sen var bersøgin og beinrakin í sínum atfinningum ímóti búskaparfrøði fakinum, tá hann millum annað grundgav fyri, at búskaparligu tilráðingarnar í størri mun áttu at viðgjørt evnir sum makt, sosialt rættvísi og ójavna.
Ójavni og fátækradømi eru sanniliga týðandi evnir í búskaparfrøðini, men løgna siðvenjan millum búskaparfrøðingar er, at tosa so lítið sum yvirhøvur gjørligt um evnið. Hetta er undranarvert, tí fleiri av grundleggjandi búskaparligu tilráðingunum seta sum beinleiðis fortreyt at vit samstundis javna.
Nær sóu vit til dømis seinast eina frágreiðing frá Búskaparráðnum, sum innihelt eina nágreiniliga viðgerð av evnum sum ójavna, umhvørvispolitikki ella bústaðarpolitikki?
Tað var tí kanska ikki so løgið, tá Bill Justinussen í Løgtinginum fyri nøkrum vikum síðan, segði seg vera bæði óðan og skelkaðan, tí hann hevði lisið eitt hoyringarsvar frá einum búskaparfrøðingi á Fróðskaparsetrinum, sum eisini viðgjørdi býtið av virðunum í samfelagnum. Fleiri løgtingslimir vildu vera við, at búskaparfrøðingarnir á Fróðskaparsetrinum fóru út um fakligt mark, tá tílík evni vórðu tikin upp, og hesir ákærdu okkum fyri at vera bæði politisk og vandamikil.
Eg havi ikki svarið uppá, nær vit eru politisk og nær vit eru ópolitisk. Mest sannlíkt er hetta ein spurningur, sum er munandi torførari at svara, enn vit geva okkum far um. Eg helli tó mest til, at Martin Luther King Jr. hevði rætt, tá hann í fleiri førum rak framundir, at vit á ongan hátt eru ópolitisk, tá vit eru tigandi og ikki luttaka. Hetta sjónarmið kemur millum annað fram, tá hann í einum brævi frá 1963, skrivar henda nógv endurgivna setningin: “Shallow understanding from people of good will is more frustrating than absolute misunderstanding from people of ill will.”
Ivamál, ørkymlan og kanska eisini undanførslur, sum verða førd fram omanfyri, broyta tó ikki tí sannroynd, at búskaparfrøðin gevur eitt virðismikið innlit í, hvussu rikni politikkurin rakar ymisku bólkarnar í samfelagnum. Tí er lítil meining í, at vit ikki taka hesa vitan til okkum, tá vit leggja til dømis sosialpolitikkin, arbeiðsmarknaðarpolitikkin og umhvørvispolitikkin til rættis.
Sníkjandi broytingar í føroyska samfelagnum
Ójavni er avgjørt eitt evni, sum vit føroyingar eiga at viðgera í størri mun, tí ójavni er so øgiliga nógv meira enn bert Gini-talið fyri inntøkubýtið. Hetta var eisini evnið í Breddanum 7. mai, har búskaparfrøðingar og politikarar m.a. viðgjørdu ognarójavna í Føroyum. (Orðið “ogn” hevur nógvar ymiskar merkingar, men í hesi greinini verður orðið nýtt í enska týdninginum “wealth”.)
Inntøkan í Føroyum er býtt rættiliga javnt millum føroyingar, men vit hava ikki tøl fyri ójavna í ogn, sum nógv onnur lond hava. Vansin við manglandi hagtølum er, at broytingar kunnu koma sníkjandi, uttan at vit veruliga varnast tær ella taka neyðugu kjakini um hesar broytingar. Hóast vit ikki hava hagtøl fyri ognarójavnan í Føroyum, eru ábendingar um, at føroyska samfelagið er broytt seinastu 15-20 árini.
Eitt tal, sum gevur eina ábending um ein vaksandi ognarójavna í Føroyum, og sum eisini varð viðgjørt í Breddanum, er parturin av samlaðu føroysku virðisskapanini, sum fer til ávikavist starvsfólkini og kapitaleigararnar. Sambært Hagstovuni, fóru 74% til arbeiðsmegina og 26% til kapitaleigararnar í 2008, men parturin til arbeiðsmegina lækkaði eftirfylgjandi árini til hann í 2017 kom niður á 53%, har hann hevur ligið síðan.
Gongdin sigur okkum, at arbeiðsmegin fær munandi minni part av eyka virðunum, sum verða skapt í føroyska samfelagnum í dag, enn hon fekk fyri nøkrum árum síðan. Føroyar eru sostatt eitt gott land, um tú ert íleggjari, men eitt minni gott land, um tú ert vanligt starvsfólk.
Í Breddanum varð sagt, at henda gongdin eisini sást í nógvum øðrum londum. Tað er rætt, at talan er um eitt altjóða rák, men hetta ger ikki gongdina minni ørkymlandi. Tvørturímóti. Harumframt er tað undranarvert, at parturin til arbeiðsmegina í øllum ES lá á 74% í 2024, sambært hagtalsgrunninum hjá OECD, og sostatt er parturin í Føroyum lágur, um sammett verður við lond í ES. Í hagtalsgrunninum hjá OECD, sum inniheldur 26 lond, eru einans tvey lond, har arbeiðsmegin fekk ein lægri part av virðisskapanini í 2024, enn í Føroyum.
Parturin er ávirkaður av vinnusamansetingini í Føroyum, men endurspeglar eisini eitt altjóða rák, har vit raðfesta atlit til íleggjarar hægri enn atlit til starvsfólk og onnur. Tað er lítil ivi um, at økta framleiðslan í ali- og uppisjóvarvinnuni hevur havt við sær, at parturin til kapitaleigararnar er øktur munandi í Føroyum seinastu árini.
Ein onnur ábending um, at ognin í Føroyum er ójavnt býtt, er at vit hava eina skattaskipan, sum í sera lítlan mun javnar ogn. Sum dømi kann nevnast, at vit leggja ongan bústaðarskatt á egnan bústað.
Mótstøðan ímóti at javna í ogn hevur eisini verið rættiliga høg, bæði í Føroyum og í nógvum øðrum londum, men tað er ikki óhugsandi, at henda mótstøðan fer at vikna í framtíðini. Vaksandi ognarójavni, veðurlagskreppur og alsamt sjónligari bústaðarkreppur í nógvum londum fara væntandi at gera tað truplari at standa við hesa mótstøðu í framtíðini. Vónandi fara vit føroyingar, um ikki alt ov langa tíð, eisini at viðurkenna, at ognarskattir kunnu rætta uppá skeivleikar, sum aðrir skattir ikki kunnu rætta uppá.
Rúsandi vælferðin
Samanlagt eru vit føroyingar blivnir munandi ríkari seinastu árini. Til tíðir tykist hugburðurin eisini vera, at vit nú hava ráð til alt, eisini vánaligar politiskar avgerðir. Økta vælferðin er jú rúsandi, og vansin er, at vit lættliga gloyma okkum burtur og vísa ikki røttu ábyrgdina og umhugsni, tá vit taka avgerðir. Vit skúgva faklig tilmæli til viks, og velja ístaðin at fyrigykla okkum, at vit búgva í einum samfelagi, har javnrættindahugsan setur sín dám á allar avgerðir, sum vit taka, hóast tað eisini finnast fleiri dømir um, at tað ikki altíð er so.
Vit hava jú ikki eitt javnt samfelag, tá framtíðar ættarlið koma at svíða fyri tær avgerðir, sum vit taka í dag, bæði á vælferðarøkinum og umhvørvisøkinum. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá alsamt størri partur av vælferðini endar hjá kapitaleigarunum, heldur enn arbeiðsmegini. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá vit velja at reka ein bústaðarpolitikk, sum ikki tekur hond um trupulleikan við stutttíðarleigu og raðfestir tørvin hjá ferðavinnuni hægri enn tørvin hjá okkum, sum búgva her. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá vit halda fast í skipanir, sum gera mun á starvsfólkum í ymiskum vinnum. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá vit ikki virka fyri javnbjóðis møguleikum hjá tilflytarum og munagóðum integratiónspolitikki. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá vit leggja eldraøkið soleiðis til rættis, at vit leggja upp til munir millum ymsu økini í landinum. Vit hava ikki eitt javnt samfelag, tá vit hava ein arbeiðsmarknað, sum ikki á nøktandi hátt rúmar kvinnum, barnafamiljum og tilflytarum.
Tað vóru nógvar góðar útsagnir frá politikarunum í Breddanum henda tórsmorgunin í mai, tá tey viðgjørdu ójavna, men veruleikin er jú einaferð tann, at vit meta okkara politikarar eftir rikna politikkinum og ikki eftir orðasnildum. Eg sakni politikarar, sum vísa ábyrgd og dirvi og eisini megna at finna røttu javnvágina millum hesi bæði. Eg sakni politikarar, sum hyggja bæði langt fram í tíð og breitt út í okkara samfelag, og so sakni eg eisini politikarar, sum onkuntíð lurta eftir fakligum tilmælum, og taka orðini hjá Aristoteles til sín, tá hann (eisini í EthicaNicomachea) lýsir politikk sum læran yvir øllum øðrum lærum, sum má taka øll onnur vísindi til sín, fyri at menna ta góða samfelagið.
Keldur:
Aristoteles [350 f.kr.] (2009) The Nicomachean Ethics. Ritstjórn: L. Brown. Oxford University Press.
Jansson, T. (1957) Trollvinter. Forlaget.
King, Martin Luther, Jr. (1963) Letter from a Birmingham Jail. https://www.africa.upenn.edu/Articles_Gen/Letter_Birmingham.html










