- Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Hetta fara vit at varpa ljós á, tá Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna mikudagin 22. oktober.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Víst verður á, at fjølmentavikan er ein mentanarvika, ið hevur til endamáls at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum.
- Hesaferð byrjar vikan í Vestmanna og heldur síðan fram runt landið.
Í Vestmanna kommunu bjóða tey øllum vælkomnum á Miðnám, har tilflytarar í bygdini fara at vísa fram dans, list og tónleik úr sínum heimlandi.
- Harumframt verða smakkiroyndir av mati úr fjarskotum londum at fáa. Um onkur tilflytari vil verða partur av skránni, ber til at boða kommununi frá á 770100 ella á vestmanna@vestmanna.fo.
##med2##
Skráin fyri tiltakið í Vestmanna hin 22. oktober er hendan:
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu, bjóðar vælkomin
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, vísir á, hvaðani tilflytararnir í Vestmanna eru ættaðir
Kórið Silvitni framførir eina sirpu av sangum úr ymsum heraðshornum
Daysi Jóanesarson úr Honduras greiðir frá, hvussu tað var at koma til eitt lítið samfelag sum Vestmanna
Mariano Lopez úr Guatemala vísir dans úr sínum heimlandi
Sergio Muñoz úr Meksiko og Cinthia González úr Kili framføra suðuramerikanskar tónar og ein slagara úr Vestmanna á sponskum
Smakkiroyndir av mati úr Meksiko, Honduras, Filipsoyggjum, USA og Rumenia
Stella Zachariassen úr Sri Lanka vísir fram sína list
Tekniborð verða til børnini, har tey kunnu lita fløgg. Mist verður eisini til børnini.
- Tiltakið, sum verður á Miðnámi, byrjar klokkan 18, mikudagin hin 22. oktober, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.