60 ára gamli guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, verður varaforsetavalevnið hjá demokratunum og skal saman við Kamala Harris royna at vinna forsetavalið í USA í november.
Tað vita Reuters og CNN at siga, sum bæði vísa á ónevndar keldur.
Walz, sum hevur verið við í amerikanskum politikki á høgum støði síðani 2007, hevur eina bakgrund sum lærari og hermaður. Hann er tó serliga kendur fyri at kalla fyrrverandi forsetan Donald Trump fyri "undarligan".
Fáir amerikanarar uttan fyri Minnesota høvdu hoyrt um hann, áðrenn hann segði ta útsøgnina. Men síðani hevur verið varpað ljós á hann sum ein nørdur og gløggur politikari.
Sum guvernørur í Minnesota síðani 2019 hevur hann gjørt tað til sína fremstu raðfesting at gera Minnesota til besta statin at uppala eina familju í.
Les meira um varaforsetavalevnið hjá demokratunum her:
Navn: Tímoteus Jákup Walz.
Aldur: 60 ár.
6. apríl 1964 í West Point, Nebraska, USA.
Tjóðskapur: Amerikanskur
Politiski flokkurin: Demokratarnir
Útbúgving:
* 2001: Master í námsfrøðiligari leiðslu úr Minnesota
* 1989: Bachelor í samfelagsvísindum frá Chadron ríkisháskúlanum.
* 1982: Butte háskúli.
Starv:
* 2019 - : Guvernørur í Minnesota.
* 2007 - 2019: Demokratiskur limur í Umboðsmannatinginum.
* 1989 - 1990: Lærari í Kina.
* 1981 - 2005: Skiftandi størv í tjóðarverjuni her. Seinast sum skipanarsersjantur Walz.
Hjúnabandsstøða: Giftur við Gwen Whipple. Saman eiga tey børn Hope og Gus.
Bústaður: Minnesota, USA.
Kelda: The Guardian, Staturin Minnesota og
/ritzau/