Í morgun varð arbeistakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Timburtænastuna.
Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Timbrutænastuna undirskrivaði Heri Hansen, stjóri.
- Tað hevur leingi verið ætlanin hjá kommununi at umvæla og klæða síðsta partin av útvegginum í 1981 bygninginum í Tofta skúla.
Í Nes kommunu siga tey, at talan er um veggin, sum vendir niðan ímóti beninum yvir skúlanum.
- Arbeiðið varð boðið út til tríggjar fyritøkur, og tá innlatingarfreistin var farin, vóru tvey tilboð komin.
Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 18. mai samtykti býráðið at taka av lægra tilboðnum, sum var frá Timburtænastuni.
- Arbeiðið byrjar nakað eftir summarfrítíðina og verður gjørt liðugt við ársenda, verður lagt aftrat.
Fyri Nes kommunu kemur Teknistovan í Gøtu at hava byggileiðsluna, meðan arbeiðið verður gjørt.











