Tjóðleikhúsið skal liggja á Eystaru bryggju

Tað hevur Tórshavnar býráð samtykt í kvøld við 9 atkvøðum fyri og 4 ímóti

Nakað av rokið hevur verið um staðsetingina av nýggja tjóðleikhúsinum, sum ætlanin er byggja á havnaøkinum á Eystaru bryggju. Ósemja hevur verið í býráðsmeirilutanum, og málið, sum upprunaliga skuldi koma fyri á býráðsfundi tann 20. juni, bleiv tá tikið av aftur skránni. Heðin Mortensen segði tá, at ivamál vóru um innihaldið í leigusáttmálanum millum Tórshavnar kommunu og Almanna- og mentamálaráðið.

 

Hesi ivamálini vóru eftir øllum at døma avgreidd í dag, tá ið býráðið á einum eykabýráðsfundi skuldi taka støðu til staðsetingina av tjóðleikhúsinum. Leigusáttmálin varð tillagaður nakað, og tá avtornaði varð málið samtykt. Fyrst feldi býráðið eitt broytingaruppskot frá Kára Johansen um at finna eina nýggja staðseting til tjóðleikhúsið.

 

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri (B),  Kári Johansen, formaður í havnanevndini (C), Súsanna Olsen (F) og Rói B. Poulsen (A) atkvøddu í móti.

 

Í lesarabrævið fyrr í dag heitti Henrik Old, tingmaður, staðiliga á býráðið um at sleppa ætlanini at gera sáttmála við landið um staðsetingina. “Eg vóni, at býráðspolitikarar ikki fara víðari við verkætlanini,” skrivaði hann millum annað og vísti á, at nógv ferðsla –  bæði fólk og farmur – er á økinum, har ætlanin er at byggja nýggja tjóðleikhúsið.