Nýggj tøl frá Akstovuni vísa, at Toyota framvegis er størsta persónbilmerkið í Føroyum fyrstu átta mánaðirnar í ár.
Higartil eru 168 nýggir Toyota-persónbilar skrásettir. Renault er næststørst við 163 bilum, og munurin er sostatt bara fimm bilar.
Nissan er triðstørst við 118 bilum, BMW hevur selt 109 bilar, og Hyundai rundar topp fimm við 101 nýggjum persónbilum.
Tølini vísa, at kappingin millum bilasølurnar er sera jøvn. Serliga Renault hevur havt eitt óvanliga gott ár og hevur tikið nógv inn á Toyota.
##med2##











