Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix

Triðju samráðingar millum Ukraina og Russland longu lidnar

Sambært lokalum miðlum er triðja umfar av samráðingunum millum Ukraina og Russland endað eftir minni enn einum tíma.

Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix

Eitt triðja umfar av samráðingunum millum Ukraina og Russland er endað.

Tað siga bæði statsliga russiska tíðindastovan Tass og ukrainska sjónvarpsstøðin Suspilne.

Sambært báðum miðlunum vóru samráðingarnar í minni enn ein tíma.

Ein ónevnd kelda sigur, sambært Tass, at triðja umfar væntandi ikki heldur fram víðari.

Samráðingarnar vóru í millióna býnum í Turkalandi, Istanbul.

Ráðgevin hjá Putin, sum stóð á odda fyri samráðingunum fyri Russland, Vladimir Medinsky, sigur síðani, at londini eru samd um at býta um fleiri krígsfangar.

Hann sigur eisini, at Russland átti at lagt upp til, at Ukraina umhugsaði eina røð av stuttum vápnahvíldum og skifti av sivilum fangum.

Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Ukraina kallar uppskotið um stuttari vápnahvíld fyri " ein ikki erligan steðg í fíggindaskapinum."

Rustem Umerov, leiðari fyri verju- og trygdarráðnum í Ukraina, stóð á odda fyri samráðingunum fyri Ukraina.

Hann legði dent á í kjalarvørrinum av fundinum, at Ukraina er til reiðar til vápnahvíld og segði, at Ukraina hevur bjóðað Russlandi at hava toppfund millum leiðararnar í londunum áðrenn august mánaður er liðugur.

Sambært Umerov skal endamálið við toppfundinum vera at fáa enda á krígnum.

Spurdur um áheitanina hjá Ukraina um fund millum forsetarnar í londunum, er Medinsky tó ikki heilt á somu síðu sum Umerov.

Russarin heldur, at ein møguligur fundur millum Volodymyr Zelenskij og Vladimir Putin bert skal brúkast til at undirskriva skjøl - ikki til samráðingar.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix