Ferðin á hesum vegastrekki er niðursett frá 80 til 60 km um tíman. Tað merkir, at her fellur revsingin skjótari.
Teir tríggir bilførararnir vórðu máldir til at koyra ávikavist 82, 83 og 84 km um tíman. Tað gevur øllum treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tá ferðin er niðursett, sum í hesum føri frá 80 gil 60 km um tíman, so fellir revsingin skjóta. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.
Tað vanliga er annars, at koyrir tú 20 km um tíman ov skjótt, so fært tú klipp í koyrikortið, og koyrir tú 30 km um tíman ov skjótt, fært tú treytaða frádøming.
Løgreglan var eisini í Vágum í gjár. Har var ein bilførari máldur at koyra 111 km um tíman, og ein lastbilur fekk bót fyri ymsar lyktafeilir á einum viðfestisvogni.










