Trump avbrýtur fundin um Ukraina fyri at ringja til Putin

Sambært Bild verður fundurin við Zelensky og sjey evropeiskar leiðarar tikin uppaftur eftir telefonsamrøðuna.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, talar á fundinum mánadagin í Hvítu Húsunum. Í bakgrundini eru franski forsetin, Emmanuel Macron (vinstrumegin) og verturin á toppfundinum, amerikanski forsetin, Donald Trump. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Sambært týska miðlinum Bild tekur amerikanski forsetin, Donald Trump, ein steðg frá fundinum við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij og sjey evropeiskar leiðarar fyri at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin.

Sambært Bild verður fundurin tikin uppaftur eftir telefonsamrøðuna.

Hetta hevur Hvítu Húsini ella nakar annar flokkur ikki beinanvegin váttað.

Undan fundinum segði Trump, at avtalað var, at hann skuldi ringja til Putin eftir fundin við Zelensky og teir sjey evropeararnar.

- Hann væntar at eg ringi, tá vit eru liðug við hendan fundin, segði Trump við tíðindafólk, áðrenn fundurin við Zelensky byrjaði.

Hann segði eisini, at hann "bara tosaði" við Putin "óbeinleiðis" áðrenn fundin.

Trump hitti Putin í Alaska fríggjadagin.

Teir sjey evropeisku leiðararnir, sum í kvøld vóru saman við Trump og Zelensky í Hvítu Húsunum, eru týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, finski forsetin, Alexander Stubb, franski forsetin, Emmanuel Macron, italski forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, umframt forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og NATO aðalskrivarin Mark Rutte.

 

/Ritzau/

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, talar á fundinum mánadagin í Hvítu Húsunum. Í bakgrundini eru franski forsetin, Emmanuel Macron (vinstrumegin) og verturin á toppfundinum, amerikanski forsetin, Donald Trump. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix