USA nærkast at klára máli sínum við krígnum í Iran.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, hósnáttina okkara tíð í røðu til amerikansku tjóðina.
– Eg fegnist um at kunna siga, at sentralu strategisku málini nærkast endanum, sigur Trump.
Seinastu dagarnar hevur forsetin sagt, at hann væntar, at USA megnar at enda kríggið innan tvær til tríggjar vikur.
Tíðarhvarvið er tað sama í røðu hansara til tjóðina.
– Vit fara at raka tey ógvuliga hart næstu tvær til tríggjar vikurnar. Vit fara at føra tey aftur til steinøldina, har tey hoyra heima, sigur Trump.
Hann sigur, at USA hevur strategiskar møguleikar at trýsta Iran til at gera eina avtalu, sum skal forða Iran í at menna kjarnorkuvápn. Millum annað við at bumba orkukervið í landinum.
– Vit hava ikki rakt teirra olju, hóast tað er lættasta málið av øllum. Vit kunnu gera tað, og so verður tað burtur, sigur Trump.
Vikurnar frammanundan, at USA og Ísrael byrjaðu kríggið í Iran 28. februar, høvdu sendinevndir úr USA og Iran samráðst um kjarnorkuavtalu í sveisiska býnum Geneve.
Á leiðini hótti Trump við, at USA fór at leypa á Iran, um tað ikki tók undir við eini avtalu, sum skuldi avmarka kjarnorkuætlanina og forða fyri at menna eina kjarnorkubumbu.
Í røðu síni til tjóðina kallar Donald Trump kríggið fyri eina íløgu í framtíðina.
– Í kvøld kunnu allir amerikanarar gleða seg til ein dag, tá vit loksins eru leys av iranskum ágangi og hóttanum um kjarnorkusnýtslu, sigur Donald Trump.
Forsetin endaði sína 19 minuttir langa røðu við eini yvirlýsing um, at USA verður tryggari, sterkari og vælferðarríkari enn nakrantíð áður, tá kríggið er av.
Trump viðgjørdi ikki limaskapin hjá USA í verjusamgonguni hjá NATO í røðu síni.
Í samrøðu við tíðindastovuna Reuters hevði forsetin boðað frá, at hann fór at vísa sína andstygd móti NATO í røðu síni. Hetta hendi ikki. Trump hevur áður hótt við at taka USA úr NATO-samgonguni.
Í 2023 samtykti kongressin lóggávu, sum í grundini merkir, at Trump skal hava antin tveir triðingar av meiriluta í senatinum ella góðkenning í kongressini fyri at taka USA úr NATO.
/Ritzau/











