Men sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, skulu fyritøkur ikki søkja um endurgjaldið, hóast amerikanski hægstirættur í februar avgjørdi, at tollurin hjá Trump var ólógligur.
Tað segði forsetin í dag, sambært Reuters.
– Tað hevði verið frálíkt, um fyritøkur ikki søktu um endurgjaldið.
– Eg fari at minnast tær fyritøkurnar, sum ikki biðja um tað, sigur Donald Trump.
Sambært The New York Times er ólógligur tollur innkravdir fyri 166 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 1053 milliardir danskar krónur, sum nú skulu rindast aftur.
/Ritzau/










