Trump sigur at eitt hospi­tals­skip er á veg til Grønlands

Donald Trump skrivar á Truth Social, at hospitalsskipið fer at taka sær av nógvum fólkum, sum eru sjúk.

Hospitalsskipið USNS Mercy liggur sambært Marinetraffic.com við bryggju við skipasmiðjuna Pinto Island í Mobile í Alabama

Eitt amerikanskt hospitalsskip er á veg til Grønlands.

Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjárkvøldið á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Trump skrivar í einum kryptiskum uppslagi, at sjúkrahússkipið fer at taka sær av nógvum fólkum, sum eru sjúk.

Sjúkrahússkipið fer til Grønlands í samstarvi við guvernøran í Louisiana, Jeff Landry, sum forsetin setti sum serligan sendimann fyri Grønland í desember.

– Saman við fantastiska guvernørinum í Louisiana, Jeff Landry, fara vit at senda eitt fantastiskt hospitalsskip til Grønlands at taka sær av teimum mongu fólkunum, sum eru sjúk, og sum ikki fáa neyðugu viðgerðina har. Tað er á veg!, skrivar Donald Trump.

Landry váttar í viðmerking á sosiala miðlinum X, at hann er við í uppgávuni.

– Túsund takk fyri, Donald Trump, forseti. Stoltur av at arbeiða saman við tær við hesi týðandi uppgávu, skrivar Landry.

Við uppslagnum hjá Donald Trump er ein AI-genererað mynd av einum hospitalsskipi, sum eitur USNS Mercy, og eitt amerikanskt flagg. Tað er siglt móti einum sólaruppgangi ella sólsetur.

Sambært skipaeftirlitssíðuni Vesselfinder liggur USNS Mercy við bryggju við Pinto Island skipasmiðjuna í strandabýnum Mobile í amerikanska statinum Alabama.

Forsetin greiðir ikki nærri frá, hvørji sjúk fólk talan er um. Hann deilir heldur ikki aðrar upplýsingar.

Ritzau hevur biðið danska uttanríkisráðið um eina viðmerking.

Boðini frá Trump koma, eftir Arktisk Kommando bjargaði einum av manningini á einum amerikonskum kavbáti seinnapartin í gjár. Tað upplýsir grønlendski miðilin KNR.

Sambært KNR hevði maðurin brúk fyri bráðfeingis læknaviðgerð.

Bjargingin fór fram við tyrlu á sjónum út fyri grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk. Viðkomandi varð fluttur til grønlendsku heilsumyndugleikarnar og sjúkrahúsið í Nuuk.

Donald Trump hevur fleiri ferðir stríðst fyri, at USA skal yvirtaka Grønland, men hevur verið vrakaður av bæði Danmark og Grønlandi. Forsetin heldur, at Grønland hevur týdning av tjóðartrygdarávum.

Serligi sendiharrin hjá Trump í Grønlandi, Jeff Landry, hevur áður luftað ætlanir um at vitja í Grønlandi í mars. Hetta hendi í samrøðu við miðilin Fox News um miðjan januar.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Hospitalsskipið USNS Mercy liggur sambært Marinetraffic.com við bryggju við skipasmiðjuna Pinto Island í Mobile í Alabama