Alt, sum vaktleiðarin á løgregustøðini í morgun visti at siga um undanfarna samdøgur, hevði við ferðslu at gera.
Í Søldarfirði fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið og bót.
- Tveir fingu klipp og bót fyri at koyra ávikavist 72 og 68 kilometrar um tíman í bygdum øki, og ein fekk klipp og bót fyri at koyra vinstru megin eina "oyggj" á vegnum.
Á vegnum til Funningsfjarðar gjørdust tvær súkklur partur av einum minni óhappi, har bilur eisini var uppi í.
- Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men hetta vísti seg tíbetur ikki at hava so nógv upp á seg, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Gjáramorgunin klokkan 09.23 varð ein bilførari tikin á gamla Velbastaðvegnum.
- Bilurin var farin út av vegnum. Her var illgruni um rúsdrekkakoyring, og vaktleiðarin sigur, at blóðroynd er tikin.
Sum skilst, hevur seinasta samdøgrið í aðrar mátar verið friðarligt hjá løgregluni.











