Í gjár leitaði løgreglan eftir einari ungari kvinnu, sum tíðliga náttina fyri hevði meiðslað ein mann við einum brotnum glasi á einum skeinkistaði í Havn.
Hetta hendi stutt eftir midnátt fríggjanáttina.
Vaktleiðarin visti í gjár at siga, at maðurin varð vorðin meiðslaður í andlitinum, bringuni og arminum av kvinnuni við brotna glasinum.
- Vit vita, hvør kvinnan er, og vit hava tosað við hana í telefon, men hon vil ikki siga, hvar hon er, og hon vil ikki møta upp á løgreglustøðini.
Nakað soleiðis segði vaktleiðarin, tá vit høvdu hann í telefonini gjáramorgunin.
Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at løgreglan í gjár fann kvinnuna á einari adressu, har løgreglan møtti upp ófráboðað.
Kvinnan varð handtikin og hevur verið til avhoyringar, men er seinni leyslatin aftur.
Í sambandi við kanningararbeiðið í málinum hevur løgreglan eisini avhoyrt onkur vitni, sum vóru á skeinkistaðnum, tá hendingin fór fram.
Her vísti tað seg, at kvinnan fyrst hevði gjørt seg inn á ein annan persón á skeinkistaðnum, áðrenn hon skar mannin, sum talan var um í løgreglufrágreiðingini í gjár.
- Tað var í tí fyrru hendingini, at glasið brotnaði, og hin fyrri persónurin fekk eisini okkurt smærri prus.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá unga kvinnan hevði brotið glasið, fór hon eftir persóninum, sum síðan varð meiðslaður í andlitinum, bringuni og arminum.
Sum skilst, verður tað roknað sum kvalifiseraður harðskapur, tá tú brúkar ein lut í harðskapsmáli, og hendingin verður so onkusvegna sektað hareftir.










