Russland sigur seg hava tikið Kostjantynivka

Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini, og tíðindini eru heldur ikki váttað av óheftum keldum

Russiska verjumálaráðið sigur, at russiski herurin hevur  tikið ukrainska býin, Kostjantynivka, har eysturi í landinum.

 

Hetta kunngjørdi ráðið seint í gjár, tá russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjaði eina kommandostøð, sum fylgir við russisku krígsførsluni í Ukraina.

 

Sagt verður um býin, Kostjantynivka, at hann er ein týdningarmikil ídnaðarrbýur í eystara parti av Ukraina.

 

Býurin verður sæddur sum ein týdningarmikið mál hjá Russlandi fyri at vinna seg fram í ukrainsku Donetsk-regiónini.

 

Eftir meira enn fýra árum hevur Russland ikki megnað at tikið ukrainsku Donetsk-regiónina, sum hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá Russlandi.

 

Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um, at russiski herurin skal hava tikið ukrainska býin, Kostjantynivka, og tíðindini eru heldur ikki váttað av óheftum keldum.