16 altjóða veddingarfyritøkur hava AB sum favoritt móti EB/Streymi

Her eru oddsini upp á dystin AB-EB/Streymur

Savnsmynd

Seinnapartin klokkan 17.15 byrjar dysturin í Meistaradeildini hjá monnum millum AB og EB/Streym inni í Vika á Argjum.

 

Dysturin sæst á R4 hjá Televarpinum.

 

15. mars vann AB greiðan 3-0 sigur á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. 

 

AB er nummar seks í deildini við 20 stigum. EB/Streymur hevur 14 stig á sjeynda plássinum. 

 

16 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava AB sum favoritt.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 1,80 og 2,08.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,70. 

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 3,15 og 3,75.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd