Stutt fyri klokkan hálvgum seks seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein rættiliga drukkin maður lá og svav á vegnum. Hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær og slapp leysur nakrar tímar seinni.
Stutt fyri klokkan hálvgum tvey í nátt varð ein bilur steðgaður í Vágum, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður. Hann varð tí handtikin, og blóðroynd varð tikin. Tað málið fer nú víðari í rættarskipanini.
Klokkan 01.40 í nátt varð aftur ringt til løgregluna, tí ein persónur gjørdi nógv um seg. Tá løgreglan kom á staðið, gjørdi hann so mikið nógv um seg, at hann varð handtikin og settur í brummuna. Tá hann slapp leysur aftur í morgun, var tað við einari bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.










