Tvey fólk brutu mjadnar í ferðsluóhappi

Av teimum níggju fólkunum, sum vóru í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi í gjár, liggja tvey á Landssjúkrahúsinum við brotnum mjadnum.

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðin í morgun. Óhappið hendi, tá tveir bilar stoyttu saman á Velbastaðhálsi millum Havnardal og Velbastað. Annar bilurin fór á glið í einum svingi í hálkuni, og tíverri kom ein mótkoyrandi bilur júst tá, og bilarnir stoyttu saman.

Níggju fólk vóru teimum báðum bilunum til samans, fleiri teirra vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at tvey teirra hava brotið mjarnar.

Vaktleiðarin sigur, at báðir bilarnir vóru væl skøddir.

Av øðrum úr døgnrapportini nevnir vaktleiðarin, at ein ær varð yvirkoyrd í Porkeri, og at løgreglan aftur í nátt hevur verið úti og klipt nummarplátur.