Ígjár hittust Storhamar og ungarska stórliðið, Györ aftur í dysti í bólki A í Champions League. Hesaferð í OBOS høllini í Hamar.
Fyri níggju døgum síðani taptu Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í bólki A í dysti á útivølli í Champions League heili 23-40 (11-21) fyri Györ.
Tað gekk illa í hond hjá Storhamar í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Györ á odda 18-10. Tað eydnaðist tó Storhamar at steðga bløðingini í seinna hálvleiki. Pernille og liðfelagarnir vunnu seinna hálvleik 15-14, og endaði tað við einum 32-25 sigri til Györ.
Pernille skoraði trý mál í dystinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum í Hamar:
##med2##












