Sunnukvøldið vórðu tvey skip álopin í Hormussundinum. Hetta var sama dag, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði boðað frá, at USA frá í dag, mánadagin, fer at hjálpa skipum at sigla gjøgnum sundið.
Bretski skipstrygdarmyndugleikin UKMTO hevur fingið fráboðan um álopini sunnudagin.
Í øðrum førinum var tað eitt farmaskip, sum upplýsti, at skipið var álopið av fleiri smáum bátum, 11 sjómíl vestanfyri iranska býin, Sirik. Manningin hevði tað gott, og skipið fekk ráðini um at halda fram á ferðini, tó við varsemi.
Eingin hevur tikið ábyrgdina av álopinum.
Iranska tíðindastovan Fars segði seint sunnudagin, at iranska marinan hevði steðgað einum skipi fyri at kanna skjølini. Men, tíðindastovan segði einki um nakað álop.
Nakað eftir fyrra álopið, varð eisini eitt oljutangaskip rakt av ókendum skotum, 78 sjómíl norðanfyri oljuhavnina, Fujairah, í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Manningin hevði tað gott og fekk eisini tey ráðini at halda fram á leiðini - tó við størsta varsemi.
Bretski skipstrygdarmyndugleikin UKMTO fer nú at kanna hesi bæði álopini, vita útlendskir miðlar at siga.











