Tykist sum at fólk ikki tíma at arbeiða við fiski longur

Herit Simonsen hevur starvast á Tavuni í 25 ár. Síðani 2019 hevur hon verið formaður. Alsamt færri føroyingar koma á virkið at arbeiða, tí er neyðugt við útlendskum starvsfólkum, og tey eru bæði fitt og dugnalig

Uppgávan hjá formanninum er at hava yvirlit yvir arbeiðið; hvussu tað gongur og hjálpa til, har tørvur er á tí. Herit Simonsen hevur drúgvar royndir á Tavuni. Hon byrjaði á virkinum fyri 25 árum síðani. Áðrenn hon gjørdist formaður, starvaðist hon í maskinunum. Tað var ein stór broyting at gerast formaður, tí tá skalt tú taka tær av fólkunum, og tað er ein stór uppgáva.

 

– Tað er ikki altíð tað nemmasta. Tú mást hava góða psyku, hugsa um og hava yvirlit yvir øll fólkini, tú kanst ikki bara hugsa um teg sjálvan og makkaran.

 

Høvuðsframleiðslan á Tavuni er gulllaksafars. Fýra fólk standa við hvørja maskinu, tríggjar maskinur eru, og tí eru 12 framleiðslufólk í alt. Fyrst verður fiskurin lagdur í flakamaskinurnar, hetta eru gamlar sildamaskinur. Tvey fólk standa á gólvinum og reinskera, fløkini fara í farsmaskinuna, sum melur tey til fars. Síðani fer farsið yvir til pakkibandið. Farsið verður pakkað í blokkar.

 

##med2##

 

Føroyingar aftra seg við arbeiðið

 

Tað hevur verið vanlig at skúlanæmingar eru komnir á Tavuna at arbeiða í ferium, men nú síggjast færri og færri av teimum. Tað er sum heild trupult at fáa føroysk starvsfólk.

 

– Tað tykist sum at fólk ikki tíma at arbeiða við fiski longur, eg veit ikki; um tað er ov rokaligt, skitið, luktar og er stravið. Men mær dámar tað væl, og eg kann viðmæla hetta. Hóast arbeiðiÐ er strævið, so bilar tað ikki hjá mær, eg havi onga pínu ella nakað.

 

Tí er eru fleiri útlendingar komnir á Tavuna at arbeiða. Eitt nú koma starvsfólk úr Kambodja fast hvørt summar.

 

– Vit vilja fegin hava fleiri føroyingar, men um tað ikki ber til; so fáa vit útlendingar, tey eru fitt og fyrikomandi, og duga arbeiðið hjá sær.

 

Tá nýggj fólk koma, verður tikið væl ímóti teimum. Eitt starvsfólk verður sett av at syrgja fyri, at tey verða væl upplærd, soleiðis at tey ikki verða slept uppá fjall.

 

##med3##

 

Sjálv minnist Herit væl sín fyrsta dag á Tavuni, og hon skuldi eisini venja seg við arbeiði.

 

– Eg visti ikki ordiliga, hvat man skuldi, tí eg hevði ongantíð verið á flakavirkið fyrr, men man bleiv væl móttikin og lærdur. Tað er eitt sindur ógvusligt, tá man ikki var vanur við maskinur, men eftir eina viku, var eg komin inní tað.

 

At føroysku starvsfólkini fækkast í tali er ein stór broyting, sum er hendi hesi árini, Herit Simonsen hevur arbeitt á Tavuni. Ein onnur broyting er, at krøvini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru blivin hægri, og á Tavuni leggja tey stóran dent á at fylgja krøvunum. Sum heild líkist arbeiði sær sjálvum, men onkrir liðir í framleiðsluni eru blivnir lættari.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##