Ein týsk kvinna í býnum, Fürth har suðuri í landinum, føddi í endanum av mai tvíburðar, tvær gentur.
Tað serliga er, at hetta var triðju ferð á rað, at hon og maðurin fingu tvíburðar.
- Einaferð er serstakt. Tvær ferðir er óvanligt. Triðju ferð á rað er trupult at trúgva, skrivaði sjúkrahúsið í Fürth á Instagram eftir seinastu tvíburarnar hjá hjúnunum.
Jasmine Rittner og maður hennara Andreas fingu sínar fyrstu tvíburðar á sumri í 2023, og tá fingu tey tveir dreingir. Eitt ár seinni fingu tey tvær gentur.
Tá tað gjørdist kent, at hjúnini nú væntaðu sítt triðja tvíburðapar, segði maðurin, at hann ikki var serliga ovfarin.
##med2##
- Eg væntaði faktiskt ikki, at vit bara fóru at fáa eitt barn, segði hann við DPA-tíðindastovuna, tá kona hansara enn einaferð var við barn.
Læknin, Anja Forster, tók sær av Jasmine Rittner, meðan hon var við barn, og hon sigur, at tað at fáa tríggjar ferðir tvíburðar á rað er ógvuliga óvanligt - serliga, tá kvinnan ikki hevur verið í nakrari viðgerð.












