Føroyska U20-manslandsliðið vann fyrrapartin annan sigurin í EM-endaspælinum í Rumenia.
Hesaferð var talan um fyrsta dystin um endastøðurnar millum nummar níggju og 16. Dysturin var móti Ísrael, og eydnaðist Føroyum at vinna dystin 33-31.
Í steðginum var Ísrael á odda 17-15. Tá fýra minuttir vóru eftir var støðan 31-26 til Føroyar, men seinastu løtuna vóru okkara heldur fjálturstungnir, og brendu nógvar málmøguleikar. Men hesa løtuna hevði Ingi Johannesen nakrar dystaravgerandi bjargingar, og so kundu okkara fegnast um ein 33-31 sigur.
Ein afturvendandi trupuleiki er, at ov lítið fæst burturúr yvirtalsstøðunum.
Lýðar í Dímun, ið skoraði átta mál upp á níggju málroyndir var valdur at vera dagsins leikari.
Agnar Prestá greiddi frá í stroymingini hjá Portalinum, at Føroyar enda nú í ringasta føri á 14. plássinum í EM-endaspælinum, og tí hevur liðið tryggjað sær pláss í U21 HM-endaspælinum komandi summar.
U21 HM-endaspælið verður leikt í Norðurmakedonia, dagarnar 23. juni til 4. juli í 2027.
Í komandi plasseringsdystinum hjá Føroyum verður talan um eina grannauppgerð, tí antin Ísland ella Noreg verður mótstøðuliðið.
Føroyar: Lýðar í Dímun 8/9, Magnus Árason 6/7, Rúnar Hammer 5/12, Jákup Egholm 4/8, Filip Haldansen 3/3, Erling Erlendsson 3/3, Torkil Sverri Debes Dahl 2/4, Pauli Rasmussen 2/8.
Bjargingar: Ingi Johannesen 9/31, Bjarni Jacobsen 1/10.











