Slovenia í okkara bólki vann á Eysturríki í aðalroyndini

Føroyar møta Slovenia týskvøldið 20. januar

Mynd: Slovenska hondbóltssambandið

Týskvøldið 20. januar klokkan 19.30 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti triðja dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum. 

 

Dysturin í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo verður móti Slovenia. 

 

Slovenia leikti fyrr í dag seinasta venjingardystin undan EM-endaspælinum.

 

Í aðalroyndini var leikt móti Eysturríki í París í Fraklandi. Slovenia vann dystin 36-31. Í steðginum vóru slovenar á odda 20-15.

 

Domen Novak var toppskjútti hjá Slovenia við seks málum. Domen Makuc skoraði fimm mál. Lukas Hutecek var toppskjútti hjá Eysturríki við seks málum. Sebastian Frimmel skoraði fimm mál. 

 

 

 

Mynd: Slovenska hondbóltssambandið