1000 íbúðar­bygn­ing­ar í Kyiv liggja í streym­loysi

- Arbeitt verður framvegis við at fáa streymveitingina uppaftur at koyra, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í kvøld

Í dag lógu fleiri enn 1000 íbúðarbygningar í ukrainska høvuðsstaðnum framvegis í streymloysi eftir russisk álop fríggjadagin.

 

Hetta upplýsa myndugleikarnir í landinum.

 

Tá so nógvar íbúðir liggja í streymloysi, merkir tað, at nógvar familjur ongan hita hava í vetrarkuldanum sum herjar.

 

- Arbeitt verður framvegis við at fáa streymveitingina uppaftur at koyra, segði forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í sínari røðu til ukrainska fólkið í kvøld.

 

Hann legði aftrat, at høvuðsuppgávan nú er at fáa streymveitingina til allar íbúðarbygningar í lagi aftur.

 

Men, tað er ikki bara streymveitingin, sum fer, tá undirstøðukervið í høvuðsstaðnum verður so meint rakt. Fólk missa eisini vatnveitingina.

 

Sambært ukrainska forsetanum hevur Russland sent 1100 dronur, slept fleiri enn 890 bumbum og sent fleiri enn 50 rakettir eftir Ukraina seinastu vikuna.

 

Russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin fríggjadagin elvdi til, at so at siga allur býurin misti streymin, og íbúgvarnir mistu hitan í vetrarkuldanum. 

 

##med2##