Íslendingar høvdu eina torføra aðalroynd undan EM-endaspælinum.
Ísland spældi ígjár dyst á útivølli móti verandi evropameistarunum, Fraklandi í Paris La Défense Arena.
Íslendingar avrikaðu væl, og vóru á odda 16-14 í steðginum. Men Frakland fótaði sær í seinna hálvleiki, og vann at enda tepurt 31-29.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 1:2, 6:3, 9:6, 10:8, 14:11, 16:14, 18:19, 22:21, 22:24, 25:26, 29:31.
Aymeric Minne var toppskjútti hjá Fraklandi við níggju málum. Toppskjúttar hjá Íslandi við fimm málum hvør vóru Óðinn Þór Ríkharðsson og Ómar Ingi Magnússon.
Royndi málverjin hjá Íslandi, Björgvin Páll Gústavsson hevði 13 bjargingar í dystinum.
Ísland er í innleiðandi bólki F saman við Ungarn, Póllandi og Italia. Dystirnir vera leiktir í Kristianstad.
Frakland er í innleiðandi bólki C saman við Noregi, Kekkia og Ukraina. Dystirnir vera leiktir í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo.











