Reformar eitt politiskt tabu - bjóðið Lars Løkke Rasmussen til Føroya

Tað sýnist sum um, at nærmast allir lands- og kommunalpolitikarar eru resistentir ella mótstøðuførir yvir fyri at gera reformar - og bara at nevna hugtakið ella orðið, er sum at síggja reytt, uttanum tos, flyta fokus o.a. Ongi hugskot spretta úr politisku skipanini, alt er meira og minni stein deytt, hvat møguligum reformum viðvíkur.

 

Tann einasti landspolitikarin, sum eftir hondini torir at hava eina meining alment um tørvin á einum reformi, her at hækka pensjónsaldurin, er fíggjarmálaráðfrúan, Ruth Vang, og hygg eftir reaktiónunum - tær siga nógv um støðuna í politisku skipanini at sleppa sær undan og annars onki boð hava uppá, hvat so skal gerast.

 

Politiska skipanin er nærmast kemisk reinsað fyri at brúka orðið ”reformar”, sum avgerandi fyri at fáa tamarhald á bygnaðarliga hallinum hjá landskassanum - hall í bestu tíðum við ongum arbeiðsloysi og búskaparvøkstri.

 

Skilji á lagnum, at tað verður fatað sum politiskt sjálvmorð bara at nevna orðið reformar, serliga nú løgtingsval stendur fyri framman.

 

Reformar (nýskipan, umlegging ella broytingar í skipanum) verða opinbart fataðir sum skerjingar, lægri tænasta o.a., men endamálið at gera reformar er beint tað øvuta, nevnliga at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið, soleiðis at vit kunnu varðveita og menna tað - og gera vit ikki reformar, so endar galið við vælferðarsamfelagnum og kappingini um okkara borgarar.

 

Men hallið hjá landskassanum og nøkrum kommunum stendur við og veksur, umframt skuldarvøkstur, og tørvurin á reformum veksur við somu ferð, so teimum slepts ikki undan.

 

Nýskipanarnevndin ella Búskaparráðið er ikki drivmegin aftanfyri at gera reformar, tað er politiska skipanin, sum skal vera drívmegin og stigtakari.

 

Eg fari at mæla onkrum politiskum flokki, felagsskapi, Búskaparráðnum ella øðrum til at bjóða formanninum í danska flokkinum Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen, at koma til Føroya at greiða frá hansara politisku royndum at fremja í verki reformpolitikk, gjøgnum fleiri ár. Innihaldið í skránni kann snúgva seg um, hvørjir reformar eru framdir í Danmark seinastu 30 árini, bakgrundin fyri júst at gera teir reformar, sum eru gjørdir og avleiðingarnar fyri vælferðarsamfelagið og danska búskapin.

 

Danmark er tað land í heiminum, sum hevur ein tann sterkasta og sunnasta búskapin, og tað kemur ikki av ongum.

 

Lars Løkke Rasmussen er nevnliga reformpolitikarin mikli, sum hevur drúgvar royndir á økinum, herundir staðið fyri heilsureformum, kommunalreformum og annars støðugt veri við til at framt størri og smærri reformar fyri, at Danmark kann hava búskaparvøkstur, varðveita og menna vælferðarsamfelagið og standa seg í altjóða kappingini um borgarar og fyritøkur.

 

Vit koma ikki víðari við reformum uttan hjálp uttanífrá - tað hava royndirnar víst okkum nú seinastu 30 árini. Ella skal í ringasta føri ein búskaparkreppa til og vit kunnu tá liggja á knøunum og fremja reformar

 

- politiskt-strategiska valið er okkara.

 

 

 

Reidar Nónfjall