Tríggir venjingardystir við HM-aktuelum landsliðum vóru leiktir í nátt.
Ísland fekk stóra heiðurin at spæla venjingardyst móti verandi heimsmeistarunum, Argentina á Jordan-Hare leikvøllinum í Auburn í Alabama. Væl telvað av íslendska fótbóltssambandinum.
Argentina var greitt omaná og vann dystin 3-0. Lionel Messi kom á vøllin í 70. minutti, og bert tveir minuttir seinni økti hann til 2-0 við einum brotssparki.
Um sjey dagar, mikudagin 17. juni - á tjóðardegi Íslands - spælir Argentina fyrsta innleiðandi HM-dystin á Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi. Dysturin verður í bólki J móti Algeria. Hini bæði liðini í bólkinum eru Eysturríki og Jordan.
Irak tapti í aðalroyndini 0-2 fyri Venesuela á SeatGeek leikvøllinum í Bridgeview, Illinois.
Komandi týskvøld klokkan 23 spælir Irak fyrsta innleiðandi HM-dystin á Gillette leikvøllinum á Foxborough leikvøllinum í Massachusetts. Dysturin í bólki I verður móti Noregi.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Senegal og Frakland. Tey spæla dyst á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey komandi týskvøld klokkan 20.
Júst Senegal leikti javnt 0-0 móti Saudiarabia á Toyota Field leikvøllinum á Toyota Field leikvøllinum í San Antonio í Texas.
Komandi mánakvøld klokkan 23 spælir Saudiarabia fyrsta innleiðandi dystin í bólki H móti Uruguay. Hini bæði liðini í bólki H eru Spania og Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde).
Argentina-Ísland 3-0 (1-0)
1-0 Valentín Barco ('8)
2-0 Lionel Messi, br. ('72)
3-0 Tomás Aranda ('86)
Saudiarabia-Senegal 0-0
Irak-Venesuela 0-2 (0-1)
0-1 Cristian Cásseres (´17)
0-2 Jesús Ramírez (´46)










