Tað upplýsir amerikanska herleiðslan, Centcom, á sosiala miðlinum X.
Sambært Centcom vórðu álopini sett í verk, eftir at iranska kollveltingarhirðin, IRGC, hevði leyp á bingjuskipið MV GFS Galaxy í Hormuzsundinum. Skipið siglir undir kypriotiskum flaggi.
Ein av manningini er saknaður, og skipið kann ikki halda leiðina fram vegna eldsbruna og stórar skaðar í maskinrúminum, upplýsir Centcom.
IRGC segði fyrr í nátt sambært iranskum ríkismiðlum, at ávarðingarskot vórðu latin móti einum skipi, sum sambært iransku kollveltingarhirðini sigldi á einari ikki góðkendari siglingarleið.
Bretska sjóferðslumiðstøðin UKMTO upplýsir, at álopið fór fram níggju fjórðingar eystan fyri strondina í Oman.
Hetta er triðju ferð hesa vikuna, at USA hevur framt álop á Iran. Amerikanska herleiðslan hevur eisini fyrr sagt, at endamálið er at verja fríu siglingina gjøgnum Hormuzsundið.
Sambært Reuters hava iranskir ríkismiðlar í nátt eisini boðað frá spreingingum í fleiri býum nærhendis Hormuzsundinum, millum annað í Chabahar, Bandar Abbas, Sirik og á oynni Qeshm.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, skrivar á X, at Iran tók "eina vánaliga avgerð" og nú "rindar prísin".
Donald Trump segði fyrr í vikuni, at hann ikki longur metir vápnahvíluavtaluna millum USA og Iran, sum varð undirskrivað í juni, vera galdandi.
Síðani hava bæði USA og Iran fleiri ferðir skuldsett hvørt annað fyri at bróta avtaluna.











