USA sigur seg hava steðgað iranskum rakettálopi

Amerikanska verjan sigur seg hava skotið niður fleiri iranskar ballistiskar rakettir, sum sambært amerikonsku herleiðsluni vórðu sendar móti amerikonskum herdeildum í Miðeystri í gjárkvøldið

Amerikanskar herdeildir eru framvegis í hægsta tilbúgvingarstøði eftir, at USA sigur seg hava skotið niður fleiri iranskar ballistiskar rakettir. USA og Saudiarabia hava síðani framt loftálop móti málum í Irak. (Savnsmynd: U.S. Central Command/Reuters)

Tað skrivar amerikanska miðstýringin hjá herinum, Centcom, á X.

 

Sambært Centcom vóru allar rakettirnar skotnar niður, og eingin skaði er fráboðaður. Amerikanskar herdeildir eru framvegis í hægsta tilbúgvingarstøði.

 

Centcom sigur eisini, at meira enn 30 dronuálop hava verið framd móti amerikonskum herdeildum og orkuútbúnaði í Saudiarabia seinastu 72 tímarnar. Sambært USA eru álopini framd av irakskum víggongdum bólkum eftir boðum frá iransku kollveltingarhirðini.

 

Sum svar hava USA og Saudiarabia í nátt framt loftálop móti vápnagoymslum og logistiskum støðum hjá víggongdum bólkum í Irak.

 

Saudiarabia váttar, at landið hevur luttikið í álopunum, sum sambært saudiarabisku stjórnini eru framd í sjálvverju.

 

Iraksku Fólksligu Mobiliseringsstyrkirnar (PMF) siga, at fleiri av høvuðsstøðunum hjá teimum eru raktar av amerikonskum og saudiarabiskum loftálopum. Sambært PMF eru fleiri fólk deyð og særd.

 

Iranska kollveltingarhirðin hevur enn ikki viðmerkt hendingarnar.

 

Seinastu dagarnar hevur annars verið friðarligari í økinum, eftir at bæði USA og Iran steðgaðu við regluligum álopum í síðstu viku. Iranska herleiðslan segði sunnudagin, at Iran ikki fór at fremja fleiri hevndarálop, so leingi USA heldur seg aftur.

 

Amerikanskar herdeildir eru framvegis í hægsta tilbúgvingarstøði eftir, at USA sigur seg hava skotið niður fleiri iranskar ballistiskar rakettir. USA og Saudiarabia hava síðani framt loftálop móti málum í Irak. (Savnsmynd: U.S. Central Command/Reuters)