Útlendingar handtiknir í grindini í Hvannasundi

- Annar vildi ikki siga, hvør hann var, og hin hevði sent upp eina dronnu í lýsta grindaøkinum, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Umboð fyri útlendskar umhvørvisfelagsskapir vóru nærindis og tóku myndir, tá ein hampiliga stór grind legði beinini í Hvannasundi í gjár.

Sýslumaðurin hevði lýst grindaøkið at vera ein fjórðing í radius, sum løgreglan tók til, og her skuldi eingin ørindaleysur koma, sum einki hevði at gera í økinum.

 

Grindaøkið fevndi bæði um økið kring Hvannasund og í luftini, soleiðis at óviðkomandi dronur heldur einki høvdu at gera her. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tveir útlendingar vórðu handtiknir í samband við grindina. Ein vildi ikki siga, hvør hann var, og hesin varð handtikin. Løgreglan sá tó á passinum hjá viðkomandi, hvør hann var.

Tá løgreglan í sínum arbeiði spyr, hvørji tey eru, og hvar tey búgva, hava fólk skyldu at upplýsa. Vilja tey ikki tað, kunnu tey rokna við at vera handtikin, og bótin fyri ikki at vilja upplýsa, hvørji tey eru, er 1000 krónur.

 

Ein annar útlendingur varð eisini meldaður og handtikin í grindini í Hvannasundi. í gjár. Tað vóru fólk, sum høvdu sæð, at ein drona sveimaði yvir grindini og tey, sum meldaðu, høvdu eisini sæð, hvør stýrdi dronuni.

- Eisini hesin persónurin varð handtikin og hald varð lagt á dronuna, tí hon varð brúkt á økinum, sum frammanundan varð lýst sum grindaøki. Tað verður rætturin, ið kemur at gera av, hvørt persónurin fær dronuna aftur ella ei.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at bótin fyri at flúgva ólógliga við dronu er nakrar túsund krónur, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast útlendinginum at fáa dronuna aftur ella ei.

- Maðurin, sum átti dronuna, segði seg einki hava við umhvørvisfelagsskapir at gera, men segði seg vera fríyrkis-myndamann.

Aftur seinni um kvøldið varnaðust fólk, sum fingust við grind, eina dronu, sum sveimaði uppi yvir teimum, men í hesum førinum eydnaðist tað ikki at finna dronuføraran.