Síðani fyrst í desember, hevur verið at kalla myrkt í næmingaheiminum í Vàgi hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, men nú er ljós aftur, og tað er sjón fyri søgn í nærumhvørvinum, at várskeiðið á Ítróttaháskúlanum er byrjað, skrivar Suðurrás.
Tað eru pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum, og var várskeiðið fyri langari tíð síðani full sett. Tað eru 24 gentur og 24 dreingir á várskeiðnum, og tey eru øll úr Føroyum.
Várskeiðið er í 20 vikur og fara næmingar hesar 20 vikurnar at fáa upplivingar fyri lívið, skrivar Suðurrás millum annað.
Sum vant, so varð byrjað við introtúri, og í ár fevndi túrurin um at ganga 10 fjallatoppar í syðra parti av Suðuroynni.
Her eru tey avmyndaði á toppinum á Beinisvørði.
##med2##











