Ætla at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum

– Landsstýrismaðurin tekur hetta málið í størsta álvara og vil seta tað í verk skjótast gjørligt

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvnnu. Hon spur landsstýrismannin soleiðis um námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Er ætlanin at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum?

2. Um ja, nær kann hetta setast í verk?

3. Um allir námsfrøðingar í fólkaskúlanum ikki kunnu setast fulla tíð beinanveg, er tað so eitt fyrsta stig at byrja við serstovunum?

4. Er ætlanin at taka Føroya Pedagogfelag við í arbeiðið hjá Fólkaskúlaráðnum um støðuna hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum?

– Ja, ætlanin er at arbeiða fram ímóti, at námsfrøðingar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum, har fyrsta stig er at lyfta starvsbrotið hjá námsfrøðingum í serflokkum upp á 1,0, sigur landsstýrismaðurin í svarnum til fyrsta spurnignin.

Í svari til spurning tvey sigur landsstýrismaðurin, at hann tekur hetta málið í størsta álvara og vil seta tað í verk skjótast gjørligt.

– Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur arbeitt við hesum málinum, og í løtuni eru vit í samskifti við Fíggjarmálaráðið um, hvussu vit í fyrstu atløgu kunnu fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fulla tíð. Endamálið er at fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fult starv so skjótt sum til ber, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Í svarinum til 3 spurning sigur hann:

–  Ja, tað er heilt avgjørt ætlanin at byrja við námsfrøðingunum, sum starvast í serflokkunum, tí her hava námsfrøðingar ein serliga týdningarmiklan leiklut.

– Í serflokkum snýr arbeiðið seg í stóran mun um at tryggja trivnað, menna relatiónir og stuðla undir persónliga og sosiala menning hjá næmingunum – og hetta eru júst kjarnuøki, har námsfrøðingar hava serligan fakligan førleika. 

– Trivnaður og tryggleiki eru grundleggjandi fortreytir fyri, at næmingarnir yvirhøvur fáa gagn av undirvísingini, sigur hann.

– Í verki arbeiða námsfrøðingar og lærarar í serflokkunum tætt saman, tvørfakligt og við felags ábyrgd fyri næmingunum. Tí er tað sera umráðandi, at námsfrøðingar fáa eina greiða og rættvísa arbeiðstíðaravtalu, sum tekur hædd fyri teirra týdningarmikla leikluti og dagliga arbeiði, sigur hann.

Í svarinum til 4 sigur hann soleiðis:

– Fólkaskúlaráðið hevur viðgjørt støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, eitt nú starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkunum og í fólkaskúlanum sum heild.

– Í hesum sambandi hevur Føroya Pedagogfelag luttikið á fundi í Fólkaskúlaráðnum, har Pedagogfelagið fekk høvi at leggja fram síni sjónarmið, umframt at spurningar og ivamál vóru umrødd, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Víðari verður sagt, at landsstýrismaðurin hevur avgjørt at taka hetta málið upp til viðgerðar í Fólkaskúlaráðnum út frá tí ásjón, at tað hevur alstóran týdning at fáa lýst og greina støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, soleiðis at námsfrøðingar skjótast gjørligt fáa greið og vælskipað arbeiðsviðurskifti í fólkaskúlanum, bæði í mun til ábyrgd, leiklut, arbeiðsuppgávur, fyrireiking, førleikamenning og starvsnormering.