Sambært Veðurstovu Føroya verður fyrrapartin frískur vindur upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Tað verður skiftandi skýloft og ælaveður, men longri verður ímillum ælini út á dagin.
Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Tá verða eisini sólglottar, hóast framvegis verður okkurt ælið, serliga í norðurøkinum.
Í kvøld og í nátt verður lot til frískt lot av vestri og seinni útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Tað verður skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið, mest har ættin liggur at landi.
Hósdagin sær út til at gerast friðarligari. Fyrrapartin verður lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað, men yvirhøvur turt.
Hitin verður 8 til 11 stig í dag, meðan hitin í nátt fer niður í umleið 6 stig.










