Venjing í Gøtu – eldur í báti

Tað tók sløkkilinum 10 minuttir at koma á staðið

Sløkkiliðsleliðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, var sera væl nøgdur við venjingina hjá Sløkkiliðnum í Eysturkommunu í kvøld. Tað sigur hann við Dimmalætting.

Sløkkiliðið í Eystukommunu hevði í kvøld eina venjing, har eldur var í einum báti

Talan var um eina ófráboðað venjing, har sløkkiliðsfólki ikki visti, at talan var um eina venjing.

Tað tók bara 10 minuttior, frá tí at eldur var fráboðaður, til full manning við sløkkiliðsbili var á staðnum. Og tá skal havast í huga, at sløkkiliðsstøðin hjá Eysturkommunu erí Leivík.

##med2##