Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar eru nú fjórðfremst í bestu kasakisku fótbóltsdeildini við 11 stigum. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Kairat Almaty.
Í dag var eydnan blíð við FC Kyzylzhar. Teir vunnu 1-0 á Atyrau á útivølli. Sigursmálið var skotið tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Timur Muldinov var sigursmálskjútti hjá Kyzylzhar í dag.
Komandi dystur hjá FC Kyzylzhar er á heimavølli komandi leygardag klokkan 13. Tá kemur Ordabassy á vitjan.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Atyrau-FC Kyzylzhar 0-1 (0-0). Í samandráttinum sæst ein genial fríspæling hjá Jóannesi Bjartalíð:
##med2##











