Mattias Hellisdal var sambært bæði Sofascore og Soccerstand besti leikarin hjá Västerås SK, ið vann 3-1 á BK Häcken í útidysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Í fyrra hálvleiki syrgdu Simon Gefvert og Bonaventure Lendambi fyri, at Västerås var á odda 2-0. Báðir skoraðu frá stuttari fjarstøðu. Mattias legði upp til málið hjá Bonaventure Lendambi.
Tá ein tími var leiktur fekk Västerås fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá Häcken. Mattias tók við einari perfektari skrúvu og meddaði bóltin í netið til 3-0 leiðslu til Västerås. Eitt ótrúliga flott mál.
Soccerstand gevur Mattiasi fyri leikliga avrikið karakterin: 9,0 (av 10 møguligum), og Sofascore hevur Mattiasi karakterin: 8,4. Eitt sera flott avrik hjá Mattiasi.
Västerås SK er nummar seks í deildini við 29 stigum.
HER ber til at síggja flotta frísparksmálið hjá Mattiasi og hini hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Västerås á Brevida leikvøllinum í Göteborg:
##med2##











