VIDEO: Mattias helt málið reint í heimasigri hjá Strømsgodset

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Sogndal 3-0 (0-0)

Tað gongur væl hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í Strømsgodset á heimavølli. 

 

Í øðrum heimadystinum hetta kappingarárið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann Strømsgodset 3-0 á Sogndal.

 

Herman Stengel legði heimaliðið á odda við einum brotssparki, tá ein tími var leiktur av dystinum. 15 minuttir seinni økti Marcus Mehnert við at seta bóltin hegnasliga upp í málhornið. Sebastian Pingel lukkaði ballið, tá hann aftaná eina góða fríspæling meddaði bóltin í netið. 

 

Mattias hevði góðar bjargingar í dystinum, og hann kann fegnast um fyrsta kappingardystin, har hann heldur málið reint.

 

Strømsgodset hevur seks stig fyri tríggjar dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Sogndal 3-0 (0-0):

 

##med2##