Russiski rithøvundurin og andstøðingurin Leo Tolstoy segði frá einum kongi, sum vildi vita, hvussu hann kundi taka tær røttu avgerðirnar.
Kongurin hevði tríggjar spurningar:
Nær er rætta løtan at handla?
Hvør hevur størstan týdning?
Og hvat er tað týdningarmesta at gera?
Men hann fann onki svar.
So fór hann út í skógin, har hann kom fram á ein gamlan einabúgva, sum sat og gróv í jørðini. Kongurin settist at hjálpa honum at grava. Teir arbeiddu leingi. Í tøgn.
Brádliga kom ein maður rennandi úr skóginum. Illa særdur. Kongurin legði arbeiðið frá sær, tók sær av manninum og sat hjá honum alla náttina.
Morgunin eftir, tá friður aftur valdaði, segði gamli maðurin:
Nú hevur tú fingið svarini. Rætta løtan var júst tá, tú sat her og hjálpti mær.
Tey týdningarmestu fólkini vóru tey, sum vóru saman við tær - fyrst eg, og síðani tann illa særdi maðurin.
Og tað týdningarmesta, tú kanst gera, er at gera tað rætta fyri tann, tú ert saman við.
***
Stutta søgan hjá Tolstoj sigur okkum nakað púra einfalt.
At tað týdningarmesta er ikki langt burturi. Tað er beint framman fyri okkum. Og tað krevur eitt: At tú steðgar á. Og at tú gevur tær stundir at lurta og handla.
***
Góðu javnaðarfólk, góði fundur.
Í einum lítlum landi sum okkara eru tað ikki tey stóru orðini, sum fáa samfelagið at hanga saman. Tað eru fólkini.
Vanlig fólk, sum fara til arbeiðis hvønn morgun, ala børnini upp og taka sær av hvørjum øðrum. Familjur, ung og eldri, sum hvønn dag gera sítt.
Tað er í gerandisdegnum hjá fólki, at vit byggja land. Og tað er har, politikkurin eigur at byrja.
Við at lurta. Lurta eftir tí, sum rørir seg í gerandisdegnum.
Politikkur verður ikki skaptur í skrivstovum úti í Tinganesi. Hann verður skaptur í og úr lívinum hjá fólki.
Og júst tí mugu vit alla tíðina minnast til at lurta.
Læra at lurta - lurta og læra - og lata fólkið sleppa til orðanna.
Vit byggja land í felag. Ikki fyri tey fáu. Men fyri øll.
Tað var soleiðis, vit bygdu vælferðarsamfelagið. Tað er soleiðis, vit varðveita tað. Og tað er soleiðis vit menna tað frameftir.
Og tað er tí, vit eru her í dag. Ikki bara sum fólkavald.
Men tí vit hava tykkum, góðu fundarfólk. Tykkum, sum taka ábyrgd. Sum stilla upp. Og sum taka lut.
Tit sum í ringasta illveðri og bølamyrkri fara út at heingja plakatir upp. Og sum aftur eru har, tá ið tær skulu takast niður aftur.
Tit, sum viðmerkja og dáma okkara uppsløg á Facebook.
Tit sum hvønn dag standa upp fyri flokkin. Tosa við starvsfelagar og grannar, verja okkara politikk, og bera okkara hugsjónir fram.
Og finnast at okkum fólkavaldu, tá ið tað er uppiborið.
Vit hava brúk fyri tykkum.
Tí sannleikin er, at ein flokkur er ikki sterkari enn tað fólk, sum heldur honum uppi. Og styrkin hjá okkum liggur ikki í Løgtinginum. Hon liggur í tykkum.
Javnaðarflokkurin er sterkastur, tá vit eru tætt at fólki. Tá vit lurta. Tá vit læra. Og tá vit arbeiða saman.
***
Og tí vil eg siga: Hjartans takk.
Takk fyri arbeiðið. Takk fyri trúfestið. Takk fyri stríðið.
Takk til lokalfeløgini kring landið, valevni, stuðlar og veljarar. Takk til øll tykkum, sum hava verið við. Mínar starvsfelagar í Løgtinginum, sum hava umboðað flokkin seinastu árini, men nú fullu ella ikki stillaðu upp aftur. Takk. Og takk til tykkum á skrivstovuni.
Men eina serliga tøkk vil eg geva til tær, Katrin, og synum okkara. Seinastu árini hava verið stríggin. Tað vita øll - men tit vita tað best.
Eg veit, hvat tað krevur av tykkum. Tá politikkurin fyllir so nógv hjá mær, so tekur hann eisini nógv frá okkum sum familju.
Stuðulin frá tær, Katrin - og frá tykkum sum familja - hevur verið avgerandi. Og tað eri eg tykkum takksamur fyri.
***
Góði landsfundur, góðu javnaðarfólk!
Vit hava júst verið ígjøgnum tvey val. Tvey val, sum góvu okkum nógv at gleðast um. Men eisini nógv at hugsa um.
Lat okkum fyrst fegnast um ófatiliga góða fólkatingsvalið. Satt at siga var talan um eitt nærum óveruligt úrslit. Næstan absurd — og samstundis fantastiskt.
Javnaðarflokkurin fekk sløk 45 prosent av atkvøðunum. Ein framgongd upp á 15 prosentstig síðani seinast. Tað er eitt sterkt álit frá veljaranum.
Veljarin segði greitt, at fólkatingssessurin skal røkjast burtur av - og ikki sum eitt hissini hjástarv.
Tað hevur verið okkara politikkur í nógv ár. Hesaferð gjørdu vit bart og høvdu tveir heilt ymiskar listar við valevnum.
Stillaði tú upp til fólkatingsval, so var tað fólkatinginum, tú miðaði eftir. Níggju sterk valevni úr øllum landinum.
Og tú, Sjúrður. Við arbeiðssemi, nærlagni og fynd hevur tú skapt úrslit, sum ongin annar. Og veljarin hevur lønað tær við 11.000 persónligum atkvøðum kring landið. Fleiri persónligar atkvøður í Klaksvík enn allur Fólkaflokkurin tilsamans. Tað talar fyri seg.
Meira enn tvífalt so nógvar persónligar atkvøður enn nakar nakrantíð hevur fingið áður. Og tað er uppiborið.
***
Og so hava vit verið á løgtingsvali.
Seinastu veljarakanningarnar vóru ikki mjúkar. Vandi var fyri einum skrædli. Men tær fýra vikurnar í valstríðnum fóru vit úr 12,4 prosentum upp í 18,9 prosent. Bara 200 atkvøður frá sjeynda løgtingssessinum.
Tað var eitt tekin um, at undirtøkan aftur er vaksandi.
Men. Vit koma ikki uttanum, at vit taptu valið. Javnaðarflokkurin var størsti flokkur á valinum í 2022. Tað eru vit ikki longur.
Tí er sannleikin tann, at valúrslitið var bæði gott - og eitt vónbrot.
Og vit skulu tora at siga tað, sum tað er: Vit taptu ikki valið í valstríðnum. Vit taptu valið ímillum valini.
***
Góði landsfundur,
Í valstríðnum var stórur vilji. Stórt arbeiði. Og eisini góð undirtøka. Vit høvdu 29 dugnalig, virkin og hugsjónarliga sterk valevni. Sum gjørdu vart við seg allastaðni, allan sólarringin.
Góðu valevnir. Tykkara lutur liggur ikki eftir.
Men politikkur verður sum sagt hvørki avgjørdur á skrivstovum ella tær fýra síðstu vikurnar upp undir val. Hann verður avgjørdur alt valskeiðið.
Vit hava nógv gott at vísa á. Vit hava tikið ábyrgd í truplum tíðum. Vit hava stýrt gjøgnum inflatión, altjóða óvissu og rembingar. Meðan vit hava sitið er keypiorkan batnað hjá teimum allarflestu.
Fólkatalið veksur, og nú eru tað fleiri føroyingar, sum mynda vøkstrurin.
Tí vit fáa fleiri børn og færri føroyingar flyta av landinum. Ja, fleiri velja Føroyar.
Saman við Tjóðveldi og Framsókn gjørdu vit mun í gerandisdegnum hjá fólki.
Vit lættu um hjá lág- og miðalløntum.
Vit lyftu lønirnar á umsorganarøkinum.
Vit hækkaðu lestrarstuðulin.
Vit tryggjaðu løn undir útbúgving á Heilsuskúlanum.
Við mvg-frítøkum, hægri barnafrátti og barsilsgjaldið lættaðu vit um gerandisdagin hjá barnafamiljum.
Og nógv, nógv annað.
Samstundis hava vit tikið neyðugar, men ikki so populerar, avgerðir. Ein haldførur búskapur er bulurin í vælferðarsamfelagnum. Inntøkur og útreiðslur skulu javnviga.
Almenni raksturin er tillagaður, og útreiðsluvøksturin hevur verið søguliga lágur. Ali- og uppisjóvarvinnan rinda nú meira í felagskassan.
Búskaparagrunnurin virkar aftur, og lukrativu løgtingspensjónirnar eru strikaðar.
Eftir nøkur ár við halli hava vit vent gongdini, og vit fingu yvirskot á fíggjarlógini fyri 2025.
Fyri summi var lúturin sterkur.
Men hann var neyðugur. Og rættur.
Vit vilja so fegin gera mun í gerandisdegnum.
Men vit duga nokk ikki nóg væl at seta dagsskránna.
Tað er ikki bara tað, sum tú gert, sum telur. Tað telur eisini, hvussu fólk uppliva tað, sum tú gert.
Stórmálið um styttri arbeiðsviku kom ikki á mál. Onnur mál komu í drag. Tað ávirkaði dagsskránna.
At Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin vórðu tvinnað saman kostaði okkum dýrt.
Familjur, sum gleddu seg til styttri arbeiðsviku, fingu boð um at arbeiða longri. Tað var ikki okkara dagsskrá.
Tá vit ikki seta dagsskránna - so gera onnur tað.
Og tá onnur seta dagsskránna — so definera tey okkum.
Tað er ein lærdómur, vit mugu taka við okkum.
Vit skulu ikki bara standa á odda. Vit mugu eisini stýra og leiða.
Tað skulu vit blíva betri til.
***
Góðu javnaðarfólk
Tá valúrslitið lá á borðinum, stóðu vit framman fyri einum greiðum vali.
Vit kundu taka ábyrgd. Ella vit kundu staðið uttan fyri og funnist at. Tað síðsta hevði verið lættara loysnin. Men eg haldi ikki, at tað hevði verið tann rætta loysnin.
Samstarvið við Tjóðveldi og Framsókn var ikki longur stjórnarberandi. Men Føroya fólk hevur rætt til eina virkisføra stjórn.
Vit góvu veljarunum orðið. Lurtaðu. Og sita nú aftur við ábyrgdini.
Tí Føroyum tørva Javnaðarflokkin. Stevnuni, sum tryggjar, at eingin verður settur eftir - at øll skulu við.
Alt samgongusamstarv krevur kompromissir. Ikki minst í samgongu við borgarligar flokkar.
Øll mugu geva seg, tí øll skulu kenna seg aftur.
Tað krevur tol.
Tað krevur arbeiði.
Og tað krevur vilja.
Okkara uppgáva er greið: Vit skulu toga Føroyar til vinstru.
Vit eru farin í eina breiða samgongu. Vit hava valt at taka ábyrgd. At bróta blokkpolitikkin. Og at skapa loysnir, sum halda — eisini eftir næsta val.
Tí Føroyar standa á einum vegamóti. Búskaparliga. Demografiskt. Orkupolitiskt. Ríkisrættarliga.
Stóru avbjóðingarnar krevja breiðar semjur. Varandi semjur. Semjur sum halda yvir tíð. Og sum halda tvørtur um floksmørk.
Tað var orsøkin til, at vit góvu hesum samstarvinum ein veruligan kjans. Og fyribils hevur tað eydnast.
Í samgonguskjalinum eru vit vorðin samd um fleiri stórmál: pensjónsaldurin, bústaðartrotið, ríkisfelagsskapin, kampus og eitt framsøkið grønt orkuskiftið, har SEV varðveitir sína støðu sum samhaldsfasta almenna elfelagið.
Lat ongan iva vera: So leingi Javnaðarflokkurin er í samgongu verða ongar almennar kjarnuuppgávur privatiseraðar.
Og vit eru samd um, at skil skal vera í fíggingini.
Við skynsomum tillagingum í almenna rakstrinum. Við einum virknum vinnupolitikki. Og við, at stóru fíggjarfyritøkurnar rinda meira. Tí vit skulu eftir pengunum, har teir eru.
Vit fóru í samgongu fyri at gera mun. Og lat meg siga tað púra greitt: Vit fluttu politisku stevnuna eitt stórt fet til vinstru undir samgongusamráðingunum. Og fyribyrgdu stórum skaðum, sum ein rein borgarlig samgonga óivað hevði framt.
Tvey góð mál skulu í tingið heilt skjótt. Leigustuðulin til húskir við lágum inntøkum er annað. Sama uppskot, sum lá klárt frá farna valskeið.
Hitt er, at vit ætla at lækka avgjøldini á olju eitt tíðarskeið. Oljuprísurin er farin til himmals eftir kríggið í Iran og stongsulin av Hormuz-sundinum.
Tað rakar føroysku familjurnar meint. Tað fara vit at gera nakað við. Beinanvegin.
Nógv onnur góð mál eru í samgonguskjalinum:
Á bústaðarøkinum skulu vit hava fleiri almannagagnligar bústaðir til lesandi og eldri. Vit fara at taka mvg av smærri búeindum, so tað verður bíligari hjá fyrstuferðskeyparum. Eisini skulu vit tryggja ein rættvísari leigumarknað við leigustuðli.
Eitt samfelag hongur ikki saman, um fólk ikki hava ráð at búgva her. Tí verða ikki fleiri skatta- ella avgjaldshækkingar á vanliga fólkið komandi fýra árini.
Tá ið umræður barnafamiljurnar, vilja vit tryggja hesum bestu umstøður at búleikast og fjølgast í. Hægri barnafrádrátt, smidligari barsil, har foreldur sjálvi kunnu leggja til rættis. Og barnakekk í sambandi við barnsburð.
Vit eru eisini samd um stóru tungvektina frá síðstu samgongu: Styttri arbeiðsviku. Ikki við lóg, men at arbeiða fram ímóti tí í samráð við fakfeløgini. Vit gevast ikki at arbeiða fyri einari styttri arbeiðsviku.
Sum við so nógvum øðrum stórum broytingum, sum Javnaðarflokkurin hevur staðið fyri, so fara hinir flokkarnir eisini við tíðini at ásanna, at tað er rætt at gera.
Og vit hava eisini tryggjað ein inntøkufrádrátt í skattinum fyri limagjald í fakfeløgum. Tí vit vilja, at allir løntakarar eru organiseraðir, so viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru væl skipað.
Vit hava eisini sett sjóneykuna á tey, sum detta niðurímillum. Sjúkradagpengalógin skal endurskoðast, so hon verður einfaldari og rættvísari. Og vit vilja tryggja, at eftirlønaruppsparing verður løgd oman á fyritíðarpensjón
***
Góðu javnaðarfólk
Vit hava tikið eina avgerð. Vit taka ábyrgd. Vit fóru í samgongu. Og brúka okkara ávirkan at fáa sosialan og solidariskan politikk.
Vit hava eisini tikið ábyrgd av teimum málsøkjunum, vit umsita.
Margit stendur á odda fyri almanna- og bústaðarmálum - við arbeiðsmarknaði og javnstøðu aftrat.
Og fyri okkum var tað eitt kardinalmál at hava fíggjarmál. Eg havi fingið heiðurin at taka mær av tí arbeiðinum komandi fýra árini.
Men hetta verður ikki gjørt av einum formanni einsamøllum. Ella av einum landsstýri. Tað verður gjørt av flokkinum.
Av tykkum.
Javnaðarflokkurin hevur altíð verið sterkastur, tá vit standa saman.
Tá vit hava eina greiða kós.
Tá vit hava dirvi at taka ábyrgd.
Og tá vit hava viljan at broyta.
Ikki tykkum at siga eru ymiskar meiningar í flokkinum. Soleiðis hevur tað altíð verið. Og tað er gott. Tí Javnaðarflokkurin er ein fjølbroyttur flokkur við einum livandi orðaskifti.
Ein flokkur, har rúm er fyri øllum vinstravendum fólkum. Atla P. Dam plagdi at taka til, at tað skal ongantíð vera rúm fyri einum øðrum flokki vinstrumegin Javnaðarflokkin. Vit skulu rúma øllum vinstravonginum.
Men tá avgerðir vera tiknar, so standa vit saman. Tí tað er tað, sum gevur styrki.
***
Góði landsfundur, góðu vinir
Vit hava vunnið okkum eitt fet fram. Úr 12,4 prosentum upp í 18,9. Tað vísir, at fleiri føroyingar hava álit á okkum aftur.
Men vit vita eisini, at nógv fólk framvegis eru í iva. Ivast um tað er rætt at fara í samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Hetta eru fólk, sum vilja eitt rættvísari samfelag. Eins og vit.
Fólk, sum vilja sterkari vælferð. Eins og vit.
Fólk, sum vilja, at framgongdin kemur øllum til góðar. Eins og vit.
Tey hava eyguni við okkum. Fylgja við, um vit megna at stjórna. Um vit megna at samstarva.
Og um vit megna at halda samhaldsføstu kósini, har rúm er fyri øllum.
Og tað er júst her, at næsta val verður avgjørt. Ikki tá valið er útskrivað - men ímillum valini.
Vit taptu hetta valið ímillum valini. Komandi val vinna vit millum valini. Tað er okkara fremsta uppgáva nú.
***
Floksfelagar.
Javnaðarflokkurin er ikki bara ein tingmanning.
Vit eru ein flokkur, sum er bygdur á felagsskap - og á eina greiða fatan av, hvat samfelag vit vilja hava.
Eitt samfelag, har øll fáa lut í menningini.
Og har eingin verður settur eftir.
Men vit hava eisini eina umráðandi uppgávu fyri framman.
Vit skulu styrkja flokkin - serliga í teimum økjum, har vit í dag ikki standa so sterk. Tað merkir, at vit mugu tora at taka kjakið í egnum flokki.
Vit skulu hava meira lív í orðaskiftið. Rúm fyri fleiri røddum, fleiri reflektiónum, fleiri sjónarmiðum. Og dirvi at siga tað, vit halda.
Tí ein sterkur flokkur er ikki ein, har øll eru samd. Tað er ein flokkur, har fólk taka lut. Innanhýsis fundarrøðin Reyða tyrlan hevur givið okkum góðan íblástur. Nýggj sjónarmið. Nýggjar tankar. Kjak. Tað er júst soleiðis, ein livandi flokkur sær út.
Vit skulu halda fram við tí. Skapa rúm fyri kjaki.
Og lurta. Og rúma. Eisini, tá vit ikki eru samd.
Eg ynski at styrkja sambandið við lokalfeløgini. Lurta meira. Og arbeiða tættari saman.
Og eg fari sjálvur at leggja meira orku í tað arbeiðið frameftir.
Men minst líka týdningarmikið er hetta:
Vit skulu aftur verða ein flokkur, sum tey ungu kenna seg aftur í. Sum er viðkomandi fyri tey ungu.
Og tí fara vit saman við tykkum í SU at gera ein miðvísan innsats fyri at styrkja ungmannafelagið og skapa meira rúm fyri ungu røddunum.
Tí ein flokkur, sum ikki setur við, hevur ikki lív lagað.
***
Javnaðarfólk!
Vit hava valt ábyrgd. Vit hava valt samstarv. Vit hava valt at flyta Føroyar fram á eina rættvísari kós.
Tað verður ikki altíð lætt. Men tað hevur tað ongantíð verið.
Tí Javnaðarflokkurin er ikki flokkurin, sum velur løttu leiðina.
Vit eru flokkurin, sum velur røttu leiðina.
Og tá vit læra betri lurta - og arbeiða saman - so megna vit eisini tað.
Vit eru til reiðar. Tingbólkurin er spentur at fara undir arbeiðið. Nú eisini við Ben og Bjørt, sum eg ynski hjartaliga vælkomnum.
Nú hava tit lurtað eina góða løtu, meðan eg havi orðið. Nú fari eg at geva tykkum orðið – og lurta - og læra.
Takk fyri og framhaldandi góðan landsfund.











