VIDEO: Ótrúligi EM-javnleikurin móti Sveis (samandráttur)

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Føroyar-Sveis 28-28 (15-13)

Føroyar vóru á odda 19-13 móti Sveis, men rendu seg í ein málturk upp á 12 minuttir, og vóru so aftanfyri 19-21. Tað sá svart út seinastu løtuna, men ein ótrúlig bjarging hjá Paula Jacobsen, eitt gott mál hjá Vilhelmi Poulsen, og eitt marginalt sekund á klokkuni bjargaði okkum javnleik 28-28 í tí fyrsta dystinum í bólki D í Unity Arena í Oslo.

 

Vit kunnu fegnast um javnleikin, men samstundis iðra okkum, at okkara ikki hildu tørn, tá teir vóru frammanfyri 19-13. Men sæð í ljósinum av marginalunum, ið fullu til okkum seinastu sekundini eigur fagnaðurin at vera størri enn iðranin. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

Føroyar – Sveis 28-28 (15-13)

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 2, Pauli Mittún 2, Hákun West av Teitum 1, Ísak Vedelsbøl 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1, Teis Horn Rasmussen 1, Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen

 

Málverjar: Pauli Jacobsen 8/32 25% og Tórður Skorheim Guttesen 0/2

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá minniliga 28-28 javnleikinum ímóti Sveis:

 

##med2##