Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg kunngjørdi í beinleiðis samrøðu við FM fyrr í dag, at hon skiftir norska Storhamar út við rumenska meistaraliðið, CSM Bukarest. Skiftið fer fram til komandi kappingarár.
CSM Bukarest hevur verið millum átta tey fremstu liðini í Champions League seinnu árini, og í 2016 vunnu tær kappingina.
Í summar skifti Pernille til norska Storhamar aftaná nøkur kappingarár við Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Undan nýggjárinum gjørdist hon norskur steypavinnari við Storhamar.
Við FM1 segði Pernille, at skiftið til CSM Bukarest er avgjørt eitt stig uppeftir í støði.
##med2##












