Víkingar fóru av varmakeldustevnu við øllum

1. DEILD: Talan var um málríkan stevnudyst í Fuglafirði, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í kvøld styrktu um sína støðu í toppinum

Jákup N. Vilhelmsen var á vøllinum, tá ið Víkingur í Meistaradeildini vann 2-0 í Gundadali ímóti B36, og tá ið Víkingur í 1. deild vann 4-3 í Fuglafirði

Í góðveðrinum, sum hevur verið í dag, og sum tað eisini verður sagt verður í morgin, er tað varmakeldustevna í Fuglafirði.

 

Í kvøld var stevnudysturin, har ÍF tók ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Talan var um sera undirhaldandi og skiftandi grannauppgerð, sum Víkingur at enda vann 4-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til Víking.

 

Bæði málini í fyrra hálvleiki skoraði Rani Hansen, sum nú hevur skorað níggju mál í næstbestu deildini í ár. Í fyrra førinum átti Dávid á Líðarenda uppleggið, og í seinna førinum var tað Jóhan Jansson, sum legði upp.

 

Eftir steðgin koppaði alt á høvdið – tvær ferðir. ÍF svaraði av álvara aftur fyrstu stóru 20 minuttirnar, tá ið heimaliðið fór frá at vera aftanfyri við tveimum málum og til at vera frammanfyri 3-2.

 

Fimm minuttir eftir steðgin var tað Kári Johannesen, sum minkaði um munin eftir upplegg frá Teit Hjelm, og tríggjar minuttir seinni umsetti Ruben Møller-Nielsen brotsspark til 2-2. Og í 68. minutti var tað innskifti Martin Klein Joensen, sum legði ÍF á sigurskós. Kári Johannesen hevur skorað trý mál. Ruben Møller-Nielsen hevur skorað fimm mál, og Martin Klein Joensen er saman við Dánjali á Lakjuni ÍF toppskjútti við seks málum.

 

Sjey minuttir seinni javnaði innskifti Óla Kristian Skála Jacobsen við brotssparki. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár, og fimm minuttir undan leikloki var tað Fríði Gertsson Jarnskor, sum skoraði 4-3 sigursmálið fyri Víking. Uppleggið átti Rósing Sverrason Toyt. Fríði hevur skorað átta mál í ár, og er næstbesti málskjútti hjá Víkingi. Rani Hansen er toppskjútti við níggju málum.

 

Merkisvert var tað, at tveir av teimum, sum fyrr á degnum vóru við til at vinna 2-0 í Meistaradeildini ímóti B36 í Gundadali, vóru á liðnum hjá Víkingi í Fuglafirði. Annar var Jákup N. Vilhelmsen, sum í Gundadali varð skiftur inn, og sum í Fuglafirði var millum teir fyrstu ellivu, og hin var Dávid á Líðarenda, sum eisini var millum teir fyrstu ellivu í Fuglafirði, og sum varð skiftur inn í Gundadali.

 

Nú tað eru 16 av 27 umførum avgreidd, er Víkingur næstfremst við 36 stigum. Tað eru tvey stig fram til B71 og fýra stig aftur til FC Suðuroy. ÍF er á fjórða plássi við 21 stigum.

 

Jákup N. Vilhelmsen var á vøllinum, tá ið Víkingur í Meistaradeildini vann 2-0 í Gundadali ímóti B36, og tá ið Víkingur í 1. deild vann 4-3 í Fuglafirði