Seinnapartin klokkan 15 spæla 07 Vestur og Víkingur fyrsta dystin í trettanda leikumfarinum í Meistaradeildini hjá monnum.
Dysturin verður á Dungasandi í Sørvági, sum í hesum døgum hýsir Countryfestivalinum.
Tá liðini hittust í Sarpugerði 4. mai endaði tað við javnleiki 0-0.
Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum hevur Víkingur vunnið 15 dystir, meðan 07 Vestur hevur vunnið tveir. Tríggir dystir eru endaðir við javnleiki.
Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 6,00 og 7,60.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,50.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,33 og 1,43.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













