Víkingur hevur favorittleiklutin móti B36

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-B36

Klokkan 18.30 í kvøld byrjar fyrsti dysturin í 20. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. 

 

Í Sarpugerði í Norðagøtu tekur Víkingur móti B36.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tá liðini hittust í Sarpugerði 13. mars endaði tað við javnleiki 0-0. 4. juli vann Víkingur 2-0 á B36 á ovara vølli í Gundadali. 

 

Víkingur hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,75 og 1,95.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,75.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 3,15 og 3,80. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##