Vil vita hvussu elbilar skulu burturbeinast

Tingmaður hevur varhuga av, at eingin loysn er funnin fyri, hvussu elbilar skulu burturbeinast

Tað er Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, ein grein 52a fyrispurning um burturbeining av elbilum. Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1.    Er ein loysn funnin fyri, hvussu elbilar skulu burturbeinast í Føroyum?

2.    Hvussu nógvir elbilar eru burturbeindir, frá tí at teir komu til Føroyar og til í dag?

3.    Hvør er kostnaðurin av at burturbeina ein elbil, og hvør ber kostnaðin av hesum?

4.    Kunnu burturbeiningarstøðirnar seta krøv til, hvussu elbilar skulu latast inn til burturbeining, t.d. at bilur og battarí eru skild sundur, áðrenn elbilurin verður latin inn?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Steffan Klein Poulsen á, at tað koma alsamt fleiri elbilar á vegirnar í Føroyum. Sambært tølum hjá Akstovuni frá 1. juni 2026 vóru 3.119 elbilar skrásettir av tilsamans 28.411 persónbilum, sum er umleið 11% av persónbilunum í Føroyum.

– Elbilarnir skulu eins og aðrir bilar fyrr ella seinni burturbeinast og/ella endurnýtast.

Nakrir fáir elbilar eru farnir í skrell, tí teir eru blivnir vrak, men teir fyrstu árgangirnir av elbilum hava koyrt somikið leingi, at hugsast kann, at talið av elbilum, sum skulu burturbeinast, fer at økjast munandi komandi árini, sigur løgtingsmaðurin.

– Tað tykist ikki vera funnin ein loysn fyri, hvussu burturbeiningin skal fara fram á ein skynsaman hátt. Her verður serliga hugsað um fíggjarliga partin. Tað ljóðar, at tað kostar meira at burturbeina ein elbil samanborið við aðrar bilar orsakað av stóra battarínum, sum situr í bilinum, og fyri bileigaran kann tað gerast kostnaðarmikið, um kravt verður, at bilur og battarí skulu skiljast sundur, áðrenn bilurin verður burturbeindur, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.