Almennur fundur um undirsjóvartunnil í Kalsoynna verður í morgin, 20. mai klokkan 19. Fundurin verður á Skúlatrøð í Klaksvík – og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.
Skráin verður hendan:
1. Vælkomin: Umboð fyri tunnilsbólkin
2. Týdningurin av góðari samferðslu - Karl Johansen, borgarstjóri
3. Ferðasamband til Kalsoynna – Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur Landsverk
4. Linjuføring, kostnaður og føroysk arbeiðsmegi – Mourits Joensen/Kristian Stórhamar
5. Fastbúgvandi, sum ferðast í millum - Símun í Norðnástovu og Dávur Syderbø
6. Ætlanir landsstýrisins – Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tunnilsmálum
7. Samanumtøka. Umboð fyri tunnilsbólkin
Vegna tunnilsbólkin
Eyðun Eliasen, Trøllanes
Markus í Norðnástovu, Mikladalur
Sólarn Isaksen, Húsar
Bjørn Kalsø, Syðradalur










