- Vit gleða okkum ekstremt nógv. Vit hava satsað alt uppá hendan festivalin í ár.
Soleiðis sigur Danny Baldursson, nú góðan tíma áðrenn teirra konsert á ársins G! Festivali.
Teir spæla nevniliga bara a G! í ár, og tí hava teir gjørt eyka nógv burturúr framførsluni í kvøld.
- Væna og Døgg koma at syngja "Leynasand" saman við okkum. Vit hava eisini steel-guitars við í ár, tað plaga vit ikki. Tað verður feitt, siga teir.
Merchandise
Sum nakað nýtt hava teir gjørt merchandise. Tað er nakað, teir hava hugsað um at gjørt í fleiri ár, og nú ber endiliga til at keypa Danny & The Veetos t-shirts.
- Vit vóru í Grønlandi fyrr í ár, og har kom hugskotið at gera álvara burturúr ætlanini um merchandise, greiðir Danny frá.
- Tey lokalu søgdu, at "Føroyar" á grønlendskum merkir "Tey frá har, ið seyður er". Vit hugsaðu, at tað var kul at gera merch burturúr. So vit settu ein seyð á ryggin eisini. Tað er eitt sindur øðrvísi, halda vit.
Sí myndina av teimum trimum framman fyri t-shirtini, ið fæst til keyps á G!-økinum.
##med2##