– Vit kenna okkum svikin, sigur stjórin í Sauna Dypp.
Tað sigur stjórin í Sauna Dypp, Meinhard E. Olsen, við Deg og Viku hjá Kringvarpinum.
Í august í fjør fekk felagið boð um, at tað hevði vunnið útboðið um at reka eitt vælveruøki við saunum og hitapottum í Álakeri. Sambært tilmælinum frá tekniska stjóranum, havnastjóranum og býararkitektinum skuldi leigusáttmáli gerast við Sauna Dypp.
Men tá málið kom til politiska viðgerð, broyttist støðan. Byggi- og býarskipanarnevndin mælti til at taka útboðið aftur og skipa eitt nýtt útboð í staðin.
Tað hevur skapt stóra ónøgd hjá felagnum.
– Vit hava brúkt nógva tíð og nógv arbeiði upp á hetta verkætlanina. Tí er tað sera keðiligt at standa eftir við hesi kensluni, sigur stjórin.
Sauna Dypp hevur nú stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum í endurgjaldi, skrivar Kringvarpið.











