Von der Leyen hevur enn ikki tryggjað sær meiriluta

Ursula von der Leyen fríggjar bæði til tey grønu og høgravongin í royndini at savna meiriluta aftanfyri seg.

Ursula von der Leyen (í miðjuni) stríðist fyri at fáa meirilutan í ES tinginum, so hon kann halda fram sum forkvinna í ES-nevndini. Hon var tilnevnd til starvið á ES-toppfundinum í farnu viku, har forsætisráðfrúan í Estlandi, Kaja Kallas (til høgru), varð tilnevnd til sessin sum uttanríkisleiðari í ES, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa (vinstrumegin), varð tilnevndur sum næsti ES forseti (Savnsmynd ). - Mynd: Olivier Hoslet/Ritzau Scanpix

Ursula von der Leyen skal hava 361 umboð aftan fyri seg í ES-tinginum. Annars kann hon ikki halda fram í starvinum sum forkvinna í ES-nevndini.

Tí heldur hon í hesum døgum fundir við politisku bólkarnar í ES-tinginum undan atkvøðugreiðsluni, sum væntandi verður 18. juli.

Millum miðbólkarnar fyri von der Leyen eru tey grønu, sum vilja hava, at ovasti týski politikarin finnur sín meiriluta hjá teimum. 

Umframt tey grønu er borgarligi EPP-bólkurin hjá Ursulu von der Leyen, umframt sosialdemokratiski S&D-bólkurin og tann liberali Renew-bólkurin roknaðir sum ES-kjarnin í parlamentinum.

- Felagsgrundarlagið hjá teimum fýra bólkunum finst í okkara virðing fyri rættarsamfelagnum, okkara treytaleysa stuðli til Ukraina, og okkara virðing fyri mannarættindum, sigur Kira Marie-Peter Hansen, danskur ES tinglimur fyri SF og partur av teimum Grønu í ES tinginum.

Sjálvt um so er, so hava tey grønu enn ikki bundið seg til at atkvøða fyri von der Leyen.

Higartil kann hon sambært miðlinum Politico sostatt "bara" rokna við 350 atkvøðum.

Tað eru limirnir í EPP bólkinum, S&D bólkinum og Renew bólkinum, sum beinleiðis hava bundið seg til at velja von der Leyen.

Tí er hon framvegis noydd at finna stuðul uttan fyri teir tríggjar bólkarnar, sum annars á pappírinum skulu kunna savna neyðuga meirilutan aftan fyri von der Leyen.

Tað kann koma at kosta eitt sindur politiskt, um til dømis tey grønu koma við:

- Tað, sum er avgerandi fyri okkum, um vit skulu stuðla eini nevndarforkvinnu, er, at vit ikki tynna veðurlagslóggávuna, sum vit í felag hava samtykt, og at vit fáa eitt 2040 mark og tilsvarandi dagførda lóggávu.

- Harumframt er stuðul til Ukraina og vernd av rættarsamfelagnum og mannarættindum ein treyt fyri, at vit kunnu stuðla von der Leyen, sigur Kira Marie Peter-Hansen.

Von der Leyen skal tó eisini taka hædd fyri sínum samstarvi við ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES-ráðnum.

Her er vektin nú til høgru fyri miðjuna, og tí hyggur Ursula von der Leyen eisini móti tí konservativa og ES-skeptiska ECR-bólkinum, sum forsætisráðfrúan í Italia, Giorgia Meloni, er partur av.

ECR-bólkurin hevði framgongd á valinum, og Meloni hevur tí alment funnist at, at ovastu størvini vórðu býtt út uttan hana á toppfundinum í farnu viku. Sostatt varð ikki lurtað eftir røddini hjá veljarunum á valinum, heldur hon.

Tey grønu, Renew og S & D bólkurin hava fyri sín part hótt í valstríðnum við at taka stuðulin til von der Leyen aftur, um hon opinbart byggir sín meiriluta á Meloni og ECR.

Medformaðurin í teimum grønu, Bas Eickhout, ávarar framvegis um, at tað kann fáa avleiðingar, um von der Leyen fer við ECR:

- Hon spælir eitt hættisligt spæl ta løtuna, hon byrjar at keypa runt í ECR, tí tú kanst vinna 25 atkvøður frá til dømis italsku sendinevndini og møguliga missa 20 frá S&D-bólkinum, sigur Bas Eickhout við Politico.

Men hann heldur, at von der Leyen hevur "ein góðan møguleika", um hon í staðin byggir sín meiriluta á tey grønu.

 

/ritzau/

 

 

 

Ursula von der Leyen (í miðjuni) stríðist fyri at fáa meirilutan í ES tinginum, so hon kann halda fram sum forkvinna í ES-nevndini. Hon var tilnevnd til starvið á ES-toppfundinum í farnu viku, har forsætisráðfrúan í Estlandi, Kaja Kallas (til høgru), varð tilnevnd til sessin sum uttanríkisleiðari í ES, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa (vinstrumegin), varð tilnevndur sum næsti ES forseti (Savnsmynd ). - Mynd: Olivier Hoslet/Ritzau Scanpix