141 hava fingið noktandi svar um orkuískoyti í ár

Orkuískoytið verður eftir uppskoti hækkað úr 5.000 í 12.000 krónur. Barnabati tekur undir við ætlanini, men ávarar um, at børn í fíggjarliga sperdum familjum framvegis kunnu detta ímillum.

Í ár hava 365 húski fingið játtað orkuískoyti, meðan 141 hava fingið noktandi svar. Harumframt vóru 11 umsóknir eftir at viðgera, tá Almanna- og bústaðamálaráðið læt Trivnaðarnevndini tølini 12. august.

 

Tað sæst í tilfarinum hjá trivnaðarnevnd Løgtingsins, sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk.

 

Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið, fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri.

 

Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar.

 

Úr 5.000 upp í 12.000 krónur

 

Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur.

 

Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í 350.000 krónur.

 

Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum verður eftir uppskotinum hækkað úr 50.000 í 70.000 krónur. Hjá húskjum við trimum ella fleiri vaksnum hækkar markið úr 70.000 í 90.000 krónur.

 

Freistin at søkja verður eftir uppskotinum longd til 1. oktober.

 

Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til 3,8 milliónir krónur.

 

Barnabati: Ogn á pappírinum sigur ikki alt

 

Barnabati tekur væl ímóti ætlanini um at styrkja fíggjarligu korini hjá familjum við lágari inntøku, men heitir á Trivnaðarnevndina um ikki bara at hyggja at inntøkumørkunum.

 

Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark.

 

Sama fyrivarni verður tikið við ognarmarkinum. Ein familja kann hava ogn á pappírinum, men samstundis hava høgar fastar útreiðslur og lítið tøkt at liva fyri hvønn mánað.

 

Barnabati spyr tí, hvørji børn verða loftað av broytingini, og hvørji framvegis detta ímillum. Felagsskapurin nevnir millum annað børn hjá foreldrum, sum eru lesandi, sjúk, farin frá hvørjum øðrum ella rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum.

 

Stuðulin skal vera lættur at fáa

 

Barnabati heldur eisini, at skipanin eigur at vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt.

 

Familjur, sum eru fíggjarliga ella sosialt sperdar, hava ikki altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð og freistir.

 

Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar.

 

Tøl frá Í Menniskjum Góður Tokki vísa, at 295 umsóknir um jólahjálp vórðu játtaðar í 2025. Stuðulin kom 655 børnum til góðar. Higartil í 2026 hevur felagsskapurin eisini veitt 75 føðingardagshjálpir, seks skúlataskur og 14 ítróttarstuðlar.

 

Hesi tølini kunnu ikki beinleiðis samanberast við orkuískoytið, men tey geva eina ábending um, at fíggjarligi tørvurin hjá barnafamiljum røkkur út um sjálvan orkukostnaðin.

 

Málið er nú til viðgerðar í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.

 

Kelda: Løgtingið, Almannaverkið og Barnabati